Pápar skulu verða longri í barnsburðarfarloyvi

Teir taka ikki meiri farloyvi enn tað, sum er markað serliga til teir

Øll tíðin, sum barsilsfarloyvið verður longt, eigur at verða markað til pápan. Tað sigur Javnstøðunevndini, nú Heðin Mortensen, landsstýrismaður í arbeiðsmarknaðarmálum, hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja barnsburðarfarloyvið í tvær vikur. Onnur vikan skal markast til pápan, men hina vikuna kunnu foreldrini býta sínamillum, sum tey vilja.

 

 

Les eisini: Pápar skulu í barsilsfarloyvi í eina viku afturat

 

 

Javnstøðunevndin tekur ikki undir við hesi ætlanini. Tey vísa á, at royndirnar úr grannalondunum eru tær, at pápar taka ikki meiri barsilsfarloyvi enn tað, sum er markað serliga til, og tær vikurnar, sum foreldrini kunnu býta sínamillum, fella í roynd og veru til mammuna.

 

Sostatt merkir hetta uppskotið, at mammurnar fara at vera enn longri tíð burtur frá arbeiðsmarknaðinum, og avleiðingin av tí verður so aftur, at lønargjógvin ímillum kynini, verður enn størri, umframt at pápar taka enn minni lut í umsorganararbeiði.

 

Sostatt verður javnstøðan ímillum kynini enn verri enn hon var og tí mælir Javnstøðunevndin til, at pápin skal hava báðar vikurnar, sum barsilsfarloyvið nú verður longt. Og framyvir eigur øll tíðin, barsilsfarloyvið verður longt, at verða lagt afturat hjá pápanum.

 

Í hesum sambandi vísir Heðin Mortensen á í uppskotinum, hann hevur agt fyri Løgtingið, at tess størri felagskvotan hjá foreldrunum verður, tess longri eru kvinnur burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Hetta hevur avleiðingar fyri javnstøðuna millum kynini, eisini langt inn í framtíðina, bæði tá ið tað snýr seg um løn, starvsaldur, karrierumøguleikar og pensjónsuppsparing hjá føroyskum kvinnum.

 

Hann sigur, at ein kanning vísir, at fyri hvønn mánað, sum pápin er í barnsburðarfarloyvi, hækkar framtíðar lønin hjá mammuni við næstan sjey prosent.