Foreldur skulu sjálvi gera av, hvussu tey býta barnsburðarfarloyvið ímillum sín.
Tað halda 51 prosent av føroyingum, vísir ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina.
Annars hevur Johan Dahl, landsstýrismaður í javnstøðumálum, boðað frá, at hann ætlar at broyta lógina um barnsburð og at ein broyting verður, at pápin SKAL í farloyvi í eina tíð.
Hetta er tað, sum vanliga verður kallað pápakvota.
Men hesum vilja føroyingar ikki vita av, vísir ein kanning, Gallup hevur gjørt fyri Javnstøðunevndina.
Kanningin vísir, at bara 14 prosent av føroyingum tekur undir við, at tríggir mánaðir av barnsburðarfarloyvinum verður markaðir til mammuna og at tríggir mánaðir verða markaðir til mammuna. Síðani skulu mamman og pápin í felag gera av, hvussu teir síðstu tríggir mánaðirnar skulu býtast ímillum tey.
Hinvegin eru tað bara tvey prosent av føroyingum, sum taka undir við, at mammur og pápar skulu hava líka langt farloyvi.
Annars halda 24 prosent av føroyingum, at barnsburðarfarloyvið skal leingjast, men at lutfallið ímillum mammuna og pápan skal ikki broytast.
Níggju prosent av føroyingum hava onga støðu til spurningin.
Sostatt er greitt, at rættiliga stórur meiriluti av føroyingum, ella heili 75 prosent, eru ímóti at tvinga pápar at fara í barnsburðarfarloyvi longri enn teir eru nú.
Myndin er av básinum hjá Javnstøðunevndini á Fólkafundinum í Klaksvík. Nøkur ungfólk eru komin at forvitnast og at taka lut í eini stuttligari, men púra órformligari atkvøðugreiðslu á básinum – har úrslitið annars passar sum fótur í hosu við Gallupkanningina.
MYNDATEKSTUR
Eingin tvingsil
Pápar skulu ikki tvingast at verða í barnsburðarfarloyvi longri enn teir eru nú, heldur ein stórur partur av føroyingum










