Pápar skulu hava betri rættindi til síni børn

– Farið verður undir arbeiðið sum skjótast, sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna

Meginreglan eigur at vera, at foreldur skulu hava felags foreldramyndugleika yvir sínum børnum, og samstundis skulu tey hava somu skyldur, og og somu rættindum mótvegis børnunum.

Tað heldur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Pauli Trónd Petersen, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi hevur spurt hana um nøkur ætlan er at broyta lógina um foreldramyndugleika, soleiðis at pápar fá full rættindi til síni børn, og børnini fáa full rættindini til bæði foreldrini.

Hann heldur, at tað er undrunarvert, at pápar hava so vánalig rættindi, sum teir hava.

 

Les eisini: Tað er merkiligt at pápar hava so vánalig rættindi

 

Eyðgunn Samuelsen sigur, at lóggávan eigur at verða broytt soleiðis, at hon er best fyri barnið og meginreglan eigur at vera, at foreldur hava felags foreldramyndugleika, sigur hon.

Hon heldur ikki, at tað er rætt at seta donsku lógina í gildi í Føroyum, tí nú er málsøkið yvirtikið frá dønum, og tí eiga vit at hava okkara egnu lóggávu á økinum, soleiðis at lógin er lagað til føroysk viðurskifti.

Í hesum sambandi eiga vit eisini at kannað, hvussu okkara norðurlendsku grannar hava skipað seg á hesum øki, so at vit kunnu brúka teirra bestu royndir sum fyrimynd í okkara lóggávuarbeiði.

Og hon leggur afturat, at farið verður undir hetta arbeiðið sum skjótast. Hon vísir kortini á, at tað ber til at gera ábøtur sum ikki krevja lógarbroyting, og tær kunnu gerast beinanvegin.

– Longu á sjúkrahúsinum, beint eftir at barnið er føtt, eiga foreldur at verða kunnað um møguleikan at avtala felags foreldramyndugleika, og longu tá eiga foreldrini fáa skjølini, har tey avtala at hava foreldramyndugleikan í felag, heldur hon.

– Úrslitið av tí hevði helst verið, at fleiri foreldur høvdu avtalað felags foreldramyndugleika. Annars  er vandi fyri, at hetta ikki verður gjørt, eftir at foreldrini eru farin av sjúkrahúsinum aftur, tí tá er neyðugt at venda sær til Familjufyrisitingina fyri at fáa hetta gjørt.

– Slík tiltøk kunnu vera við til at tryggja rættindini hjá einum barni til bæði síni foreldur, sigur Eyðgunn Samuelsen.

Sum støðan er nú, er tað mamman, ið hevur foreldramyndugleikan einsamøll, tá ið foreldrini ikki er gift, men í slíkum føri kunnu foreldrini gera avtalu um at hava felags foreldramyndugleika. Men eru foreldrini gift, hava tey foreldramyndugleikan í felag.

– Tað er javnan at hoyra, fara foreldrini hvør til sítt, hevur pápin ikki somu rættindi til børnini sum mamman, og at pápin heldur ikki hevur stórvegis møguleika at fáa foreldramyndugleikan, staðfestir landsstýriskvinnan.