Tey fólkini, ið taka pínutablettir sum fyribyrgjandi ímóti hjarta- og æðrasjúkum, eru í stórum vanda fyri at fáa álvarsamar, innaru bløðingar. Tað vísir ein stór bretsk kanning av fleiri enn 100.000 frískum fólkum. Hetta stendur at lesa í danska tíðarritinum Dagens Medicin.
Virkna evnið, sum er í nógvum sløgum av pínutablettum, eitur acetylsalicylsýra, og tað finst millum annað í pínutablettum sum albyl, kodimagnyl og magnyl. Hesar tablettirnar minka vanliga um vandan fyri blóðtøppi og verja eisini ímóti heilabløðing. Fólk, sum áður hava havt hjarta- og æðrasjúku, plaga ofta at taka pínutablettir fyri at fyribyrgja nýggjum hjartatilburði. Eisini plaga læknar at geva fólkum við øktum vanda fyri hjarta- og æðrasjúkum, hóast tey ikki áður hava havt hjartatrupulleikar.
Men sambært kanningini kunnu pínutablettirnar gera meira skaða enn gagn hjá teimum, sum taka tablettirnar, uttan at hava havt trupulleikar við hjartanum áður. Í kanningini hevur mann fylgt persónum uttan hjarta- og æðrasjúkur, har helvtin a teimum tók pínustillandi í seks ár, ímeðan hin helvtin fekk lumpiheilivág, eisini kent sum placebo.
Úrslitið vísir, at vandin fyri at fáa álvarsamar, innaru bløðingar er øktur við tredivu prosentum hjá teimum annars frísku fólkunum, sum tóku pínustillandi. Granskararnir, ið standa aftan fyri kanningina viðmæla tískil, at tað verður umhugsað væl og virðiliga, áðrenn mann gevur persónum, sum eru í lítlum vanda fyri at fáa hjarta- og æðrasjúkur, tablettir við acetylsalicylsýru.