Svigerfar ein lekkur bodybuildari? Nakrantíð runnið inn í ein pela tí lekkrir dreingir vóru til staðar? Les meira á planet.fo Ein kvinna greiður frá einari uppliving við lekkrum dreingjum....
?Eitt tað pínligasta, ið eg havi verið úti fyri er, at eg fyri nøkrum árum síðani fór spákandi oman í SMS. Á veg oman sá eg nakrar sera lekkrar dreingir. Eg gekk og hugdi eftir teimum og í tí sama rendi eg á ein lyktapela. Tað pínligasta var, at dreingirnir sóu tað og flentu!?
Sjeikur og svigerfamiljan til Føroya - gott hugskot?
?Fyri trimum árum síðani fluttu sjeikurin hjá mær og familjan til Føroyar. I unge dage var pápin hjá honum bodybuildari og mamman fekst eisini við at trena vektir, so lat okkum bara siga at tey bæði vóru (og eru) í góðum formi. Einaferð, ta ið eg hjálpti svigermor við at rudda út í gomlum myndum, komu vit fram á eina mynd. Tað var ein lýsing fyri eitt nýtt treningssentur í Danmark. Klók sum eg eri, setti eg meg at flenna eftir teimum báðum monnunum, ið vóru á myndini og spentu musklar í g-strongi. Eftir at hava granskað myndina, kalla menninar lekkrar og flent eina góða løtu, segði svigermor at svigerfar var ein av monnunum á myndini.... AKWARD?? Ohh yeah.. Eg reageraði sjálvandi við at kasta myndina frá mær og siga EWWW.. Tað hjálpti kanska ikki so nógv uppá støðuna, tá ið svigerfar stóð beint aftanfyri :/ Men eg og sjeikurin eru saman enn og tey eru heimsins bestu svigerforeldur :D?
Vílt tú hava tvey atgongumerki við tjalding til G! Festivalin og eitt gávukort frá SMS áljóðandi 1000 kr.? Send tína søgu til barbara@sosialurin.fo og ver við í kappingini.










