- Eg var heppin, at tað ikki var fatalt. Eg fari at koma á føtur aftur og eg berjist fyri at sleppa út aftur millum fólk. Tað havi eg ikki verið seinastu tíðina, og tað er sjáldsamt fyri meg, sigur Helena Dam á Neystabø, sum mundi blivið lamin, tá hon datt av einum stiga.
Í Vikuskiftis Sosialinum hesaferð kanst tú lesa um lagnudagin, tá ið Helena Dam á Neystabø, tingkvinna, datt í stiga heima og meiðslaði seg so mikið illa, at hon enn ikki er komin heilt fyri seg.
Í blaðnum kanst tú eisini lesa alt um føstulávint, tú kanst lesa politisku síðurnar, matuppskriftir og klummur frá fleiri ymiskum rithøvundum. Vikuskiftis Sosialurin er í handlum kring landið nú.