Av teimum 6.332 fólkunum sum vóru á vali, valdu 671 Javnaðarflokkin, ella 10,6%.
Síðani 1906, tá vit fingu floksbýti á tingi, høvdu bara Sambandsflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin stillað upp. Við valið í 1928 fingu Sjálvstýrisflokkin og Sambandsflokkin ávikavist 2.680 og 2.917 atkvøður. Sjálvstýrisflokkurin fekk 11 mans, Sambandsflokkurin fekk 10 mans, meðan Javnaðarflokkurin fekk tveir mans valdar.
Við valið í 1932 vóru báðir javnaðarmenninir afturvaldir. Sjálvstýrisflokkurin fekk nú 8 mans og Sambandsflokkurin 11.
Í 1936 vaks Javnaðarflokkurin rættuliga fitt, og fekk nú valdar seks mans. Teir vóru Hans Jacob Poulsen á Eiði, sum kortini doyði árið eftir. Fyri hann á ting kom J. S. Heinesen í Leirvík. Trónd Hansen, urtagarðsmaður í Havn varð valdur fyri Suðurstreym. Men tá eisini hann doyði í 1939 kom J. P. Henriksen á ting fyri hann. Á Sandi varð Jóan Petur Davidsen valdur, P. M. Dam var afturvaldur í Suðuroy saman við J. H. Danbjørg, lærara og Jacob Nielsen, vitapassara.
Við valið í 1936 stillaði eisini Vinnuflokkurin (seinni Fólkaflokkurin) upp á fyrsta sinni, og fekk hann tá tveir mans valdar, S. Ellefsen í Miðvági og C. H. Jacobsen í Havn.
Sjálvstýrisflokkurin og Sambandsflokkurin fingu við hetta valið hvør sínar átta mans valdar.