Tað verða pólverjar, sum standa við floytuni, tá Føroyar skulu spæla móti Italia komandi leygardag. Robert Malek eitur maðurin, sum skal stýra dystinum, og hjálpardómarar verða Krzysztof Myrmus og Konrad Sapela. 4. dómari verður Tomasz Mikulski. UEFA-umboð verður Jacques Antenen úr Sveis, og dómaraeygleiðari verður íslendski Sigurdur Hannesson.










