Pólverskir beiggjar á Toftum

B68 hevur til komandi kappingár tryggjað sær tilgongd av teimum báðum pólverjunum, Jacek og Tomasz Przybylski.
Teir báðir eru brøðrir, og hava undan hesum eisini roynt seg í føroyskum fótbólti. Her hevur Tomasz tær drúgvaru royndirnar, tí síðani 1998 hevur hann verið fastur fúsur á miðvøllinum hjá LÍF. At hann soleiðis nú skal royna seg á sætta ári í Føroyum merkir eisini, at hann ikki vigar nakað á útlendingakvotuni hjá toftamonnum.
Jacek var part av árinum í fjør í málinum hjá GÍ, men seinstu dystirnar var hann ikki við í hópinum yvirhøvur. Hetta tykist tó ikki hava tikið mótið frá málverjanum, sum annars hevur fleiri ára royndir í fremstu pólsku deildini at vísa á, og verður tað soleiðis hann, sum kemur at verja málið hjá B68. Her hevði B68 annars í Albert Sævarsson besta málverjan í føroysku kappingini í fjør, men av privatum ávum er hann nú farin aftur til Íslands.