Pólverji skal hjálpa GÍ

Í summarste?ginum eru tríggir spælarar, sum í fleiri ár hava veri? í Gøtu, farnir a?ra sta?ni, og nú hava teir fingi? ein útlendskan álopsspælara at hjálpa sær

Gøtumenn síggja solei?is upp á ta?, at teir vi? sigirinum í Fuglafir?i tóku seg eitt sindur burtur frá botninum. Teir hugsa ikki um so nógv anna? í løtuni. Ásanna? ver?ur, at gjøgnumtekkurin í ov langa tí? hevur veri? ov stórur, og at hetta sjálvsagt gongur út yvir avrikini og harvi? úrtøkuna.
Í summarste?ginum eru tríggir spælarar, sum hava veri? á og kring besta li?i? seinastu árini, farnir a?ra sta?ni. Ivaleyst er saknurin størstur í Leivi Hansen. Hann hevur seinastu árini veri? ógvuliga stinnur og drúgvur í verjuni. Nú er Leivur farin av landinum í lestrarørindum, og tískil fer at síggjast líti? til hansara í gulu blusuni í næstu framtí?.
Magnus Skoralí?, sum er ætta?ur úr og b?r í Leirvík, hevur seinastu árini roynt fótbóltsevnini í Gøtu. Ta? hevur gingi? eitt sindur strilti? hjá honum at vunni? sær fast pláss á besta li?num. Higartil í ár hava evnini komi? meiri til sín rætt, enn tey frammanundan hava gjørt, og Magnus hevur fingi? meiri spælití?, enn hann á?ur hevur fingi?. Í summarste?ginum hevur Magnus gjørt av at flyta aftur til barnsdómsfelagi?, sum liggur illa fyri í næstbestu deildini.
Tri?i spælarin, sum er flogin úr Gøtu í summarste?ginum, er Høgni Madsen. Mi?vallarin, sum er uppvaksin í ÍF, er farin aftur í barndómsfelagi?. Undan summarste?ginum fór Vitus Kofoed úr Gøtu. Tá var ta? felagi?, sum ikki metti, at grundarlag var fyri framhaldandi samstarvi.

N?ggi ma?urin
Fyri teir, sum eru farnir, er ein n?ggjur spælari komin til Gøtu. Talan er um ein pólverja, sum teir vóna skal hjálpa til frammi á vøllinum. Hann eitur Adam Paluszek, og hann er 24 ára gamalur. Sí?stu fimm mána?irnar hevur hann roynt seg í 3. deild í Póllandi. Frammanundan hevur hann spælt vi? Wazlaw Krakow. Vit skilja á lagnum, at ta? er ein av fótbóltskenningunum hjá Krzystof Popczynski í heimlandinum, sum hevur víst Popczynski og GÍ á júst henda mannin.
N?ggi ma?urin var í Fuglafir?i sunnudagin. Men hann var sivilklæddur, tí loyvini vóru ikki komin upp á pláss. Sagt ver?ur úr Gøtu, at n?ggi ma?urin tykist hava gó?an skotførleika. Hvussu stór nytta ver?ur í honum vilja teir í Gøtu ikki siga naka? um.
? Vit hava ikki altí? havt so gó?ar royndir av útlendskum spælarum. Hesin ma?urin skal í landskappingini fáa høvi at vísa, hvør dugur er í honum, ver?ur sagt úr Gøtu.
GÍ skal í 11. umfarinum spæla á heimavølli ímóti B68.
Sunnudagin skora?i Súni Olsen bæ?i málini ímóti ÍF. Hann tykist rættuliga hava funni? stevi?. Í sí?sta umfarinum undan summarste?ginum, tá i? GÍ vann 4?2 í Vági, skora?i Súni tvey mál. Tá i? GÍ í sí?stu viku vann venjingardyst á Skála 5?2, skora?i Súni ikki færri enn tr? mál.