Pílurin peikar skeivan veg

Meðan aðrar smærri tjóðir spæla nógvar innanhýsis venjingardystir, so er einasti árligi venjingardysturin hjá føroyska landsliðnum á skránni í kvøld í Íslandi. Eitt land vit bara eina ferð hava vunnið á

FIFA hevur júst kunngjørt nýggjasta styrkilistan og Føroyar halda fram við at detta longur og longur niður. Vit liggja nú nummar 175 av 207 fótbóltstjóðum. Tað ljóðar løgið, tí eitt nú standa okkara feløg seg væl í evropsku kapp­inginum og vit spæla ikki illa í landsdystunum. Vit mundu enntá tikið minst eitt stig frá Svøríki og enntá Italia á Tórsvølli fyri ikki so lang­ari tíð síðan.
So hví liggja Føroyar og rótað niðast á FIFA styrkilis­tanum og kappast við Mauritius og Yemen, og mugu hyggja langt upp til Bermuda á 156. plássi?
Orsøkin liggur í alt ov fáu kappingarføru venjingar­dyst­unum, sum føroyska lands­liðið spælir. Bermuda vann fót­bóltskappingina á Oyggja­leikunum í ár. Bara við at síggja brot úr tveimum av dyst­unum hjá teimum er øll­um greitt, at føroyska lands­liðið er væl sterkari enn teir. Hetta sæst tíverri ikki aftur á FIFA styrkilistanum, sum vísir eitt føroyskt lið, sum ikki megnar at spæla upp móti fleiri av hinum smá­tjóð­unum.
Fyrr í ár tók Fótbólts­sam­bandið so av at spæla móti einum teilendskum lands­liðið, sum vit enn tann dag í dag ikki vita hvat var fyri nakað. Onkur vildi verða við, at hetta var ein altjóða góð­kendur landsdystur, með­an onkur annar heldur seg vita, at so var ikki. Talan var hvørt­fall ikki um eitt gott avrik og heldur ikki um eitt gott teilendskt landslið – mann­að við onkrum, sum líkist einum U21 ella U23 lands­liðið hjá teimum. Vit taptu so dystin.
Landsdysturin móti Íslandi er eitt fínt átak, sum helst fíggjarliga passar báðum pørtum væl. Tað kundi eisini verið skeg, um íslend­ingar eisini komu hendan vegin onkuntíð, so før­oysku áskoðar­arnir kunnu síggja landsliðið hjá sær í aktión uttan at talan er um undankappingardyst.
Men ber tað ikki til at spæla venjingardystir móti øðrum smátjóðum og spenn­andi fót­bóltstjóðum uttan Íslandi?
Tað kundi jú hent seg, at vit yvirhálaðu Oyggjaleika­meistararnar á FIFA styrki­listanum. Tað hevði sømt seg, nú vit ikki tíma at lut­taka í fótbóltskappingini á Oyggjaleikinum, tí vit eru ov góðir.

Verjan – ongin Odmar
So hvat skulu vit vænta okk­um av landsliðnum í Íslandi? Okkara helst sterk­asti miðverji, Odmar Færø, er skaddur. Hann vónaði at koma fyri seg til nýggja kapp­ingar­árið í Forfar Atletic í skotsku triðju deild. Tíverri fyri hann og føroyka lands­liðið, so er skaðin blivin verri aftur og tað er óvist nær sterki miðverjin kann spæla fót­bólt aftur.
Um hugt verður eftir hóp­inum, so er líkt til, at Viljormur Davidsen og Jónas Tór Næs spæla á bakk­unum, meðan tað verða Atli Gregersen og Rógvi Baldvinsson í miðverjuni.
Ein møguleiki er, at Pól Jóhannus Justinussen spælir á vinstra bakki, men tað er ósannlíkt eftir fleiri misjøvn avrik á tí plássinum. Heldur reisti hann seg og spældi væl á vinstra miðvøllinum móti millum annað Svøríki.

Miðvøllurin – Ikki Hallur, Fróða og Holst
Tað hevur ikki eydnast væl við Fróða Benjaminsen og Halluri Hansson á mið­vøll­inum, tá triði maðurin er Christian Lamhauge Holst, sum tó ikki er við á ferðini. Fróði og Hallur líkjast ov nógv og hava mangan báðir hug at fara eftir bóltinum, tá rætta samansetingin held­ur hevði verið, at annars stóð stinnur á verjukenda mið­vøll­inum.
Tað er ongin ivi um, at báðir eru framúr góður fót­bólts­spælarar og skulu helst byrja inni, men tað tykist hava størri týdning, at saman­set­ingin á miðvøllinum er tann rætta.
Ein møguleiki er Heini Vatnsdal, sum var besti spæl­arin í føroysku kapping­ini fyrsta triðingin. Tá hevur tú tríggjar mans, sum allir ar­beiða knallhart og vinna sínar nærdystir. Hóast allir hava evnir frameftir vøll­inum, so eru teir samanlagt meiri verjukendir enn um Christian L. Holst er inni.
Ein annar møguleikin er Súni Olsen, sum tó hevur givið avboð til dystin. Hann gjørdi góðan mun í Írlandi, men var minni góður móti Svøríki og mátti fara av vøll­inum skaddur. Í hansara stað er komin Karl Løkin, men tað er heldur ósannlíkt, at hann spælir nakran størri leiklut í júst hesum dystinum.
Seinasti møguleikin er, at geva flyta Jóan Símun Edmundsson aftur á fram­rættaða miðvøllin. Hetta gev­ur tó helst somu støðu sum við Holst á framrættaða mið­vøllinum, har tað ikki tykist rigga so væl við Halluri og Fróða aftanfyri.
Jóan Símun Edmundsson arbeiðir helst harðari enn Christian L. Holst, men Holst hevur munin á bóltinum. Hvørt­fall tað vit hava sæð á lands­liðnum higartil. Við tíðini verður Jóan Símun ein natúrligur avloysari fyri Holst á framrættaða mið­vøll­inum.

Álopið – Her
má broyting í
So er álopið eftir. Og tað riggar ikki serliga væl fyri tíðina. Jóan Símun er einsamallur maður á fremsta plássinum, meðan teir á vonginum ikki hótta nakað serligt. Stutt og greitt, so hevur samanspælið millum tríggjar teir fremstu ikki eydnast nóg væl í eina tíð.
Tí kundi verið smart hjá Lars Olsen, at roynt okkurt nýtt. Ein møguleiki er at flyta Jóan Símun á annan vongin ella á framrættaða miðvøllin, fyri síðani at gera pláss fyri Arnbirni Hansen ella Pálli Klett­skarð sum fremsta manni.
Kjakið, um Arnbjørn er rætti maðurin til landsliðið, fer nokk altíð at deila við­haldsfólkini í tvey. Tað eru tey, sum halda at hann er ov dovin til landsliðsfótbólt, og so tey, sum vísa á at hann skorar tá hann spælir. Bæði fyri landsliðið og EB/Streymi í altjóða fótbólti.
Símun Samuelsen, Daniel Udsen og vrakaði KÍ lið­skip­arin, Hjalgrím Elttør, eru ikki við í Íslandi. Nógv bendir á, at Pól Jóhannus Justinussen heldur fast í sínum plássi vinstra vongi. So eru fýra mans um vongplássið í høgru.
Teir eru Christian R. Mouritsen, Leif Niclasen, Kaj Leo Í Bartalsstovu og so Jóan Símun Edmundsson, Christian er uppleggjarin, Leif er maðurin, sum rakar málið, meðan Kaj Leo er undir­haldarin við spennandi bólt­før­leikanum. Jóan Símun er so maðurin, sum hevur takið á øllum, men eins væl kann spæla á onkrum av hin­um plássunum.
Tað stutta av tí langa er, at framrættaða spælið hjá okk­um hevur ikki verið nóg gott í eina tíð. Vit mugu finna eina samanseting, ið er meiri hóttandi enn tað vit hava sæð síðani Rógvi Jacobsen gavst. Tað er júst tað við skulu brúka ein venjingardyst og vónandi er Lars Olsen komin nærri svarinum um 23 tíðina í morgin, tá dómarin bríkslar fyri seinastu í 11. uppgerðini millum Føroyar og Ísland.