Pílur var fremstur

Genturnar í Róðrarfelagnum Knørri vunnu sera tætta kapping við tær úr Klaksvík

Tað var so tætt og so spennandi, sum tað ber til at ímynda sær, at tað skal vera, tá ið genturnar kappaðust í barnaróðrinum.

Kappingin um sigurin stóð bara millum tveir bátar. Annar var Fípan Fagra úr Klaksvík, sum vann bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum, og hin var Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørrur, sum var nummar tvey bæði í Klaksvík og á Skálafjørðinum.

 

Hesir báðir bátarnir vóru væl meiri enn eina bátslongd undan hinum bátunum. Tað reið alla tíðina um snarið. Viðhvørt var Pílur fremstur, og viðhvørt var Fípan Fagra fremst.

Tá ið bátarnir fóru um málið, sá tað út til at vera púra javnt.

Á málinum varð upplýst, at Pílur var 1/25 av einum sekundi undan Fípuni, og harvið vann Pílur fyri fyrstu ferð í ár.

Sílið var klárt nummar trý, meðan tað var ógvuliga tætt í kappingini um fjórða plássið, sum Frúgvin vann frammanfyri Strípuna.

 

1 Pílur 02.52.13

2 Fípan Fagra 02.52.14

3 Sílið 02.56.20

4 Frúgvin 02.59.03

5 Strípan 02.59.04

6 Falkur 03.01.01

7 Havfrúgvin 03.01.15

8 Royndin Fríða 03.01.21

9 Kollur 03.08.01

10 Erla Kongsdóttir 03.20.24