Tað var Pílur hjá Róðrarfelagnum Knørri, sum vann kappróðurin millum gentur í barnaróðrinum á fjarðastevnu í Vestmanna ídag.
Pílur vann á jóansøku, og tá var Fípan Fagra næstfremst. Á vestanstevnu fyri viku síðani vann Fípan Fagra. Tá var Pílur næstfremst, og í dag var tað Pílur, sum vann, meðan Fípan Fagra var næstfremst.
Tíðirnar siga, at munurin millum tveir teir fremstu bátarnar var øgiliga lítil. Tíðin hjá Píli var 2.43.22, og tann hjá Fípuni Føgru var 2.44.01. Tað vil siga, at tað vóru 4/25 av einum sekundi millum tveir teir fremstu.
Tað vóru tvær bátslongdir og reiðiliga tað aftur til Sílið, sum endaði á bronsuplássinum.
1 Pílur 02.43.22
2 Fípan Fagra 02.44.01
3 Sílið 02.49.06
4 Spógvin 02.50.10
5 Royndin Fríða 02.51.16
6 Falkur 02.54.18
7 Frúgvin 02.55.07
8 Reyðkollur 02.58.02
9 Ørnin 02.58.06
10 Havfrúgvin 02.59.24
11 Kollur 03.06.05
Erla Kongsdóttir og Strípan vóru ikki við ídag