Pólskur kórssangur á Skálafjørðinum

Um vikuskiftið fáa tey á Skálafjørðinum forvitnisliga kórvitjan.

Tað er Kórið hjá Jóhan Mortensen, sum vær vitjan av einum kamarkóri á teknologiska universitetinum í Szczecin í Póllandi. Pólska kamarkórið hevur havt konsertir og verið við í kappingum í Svøríki, Canada, Stórabretlandi, Russlandi, Ukraina og Slovakia. Tey hava eina fjølbroytta sangskrá og tey hava givið fleiri fløgur út, eins og tey hava vunnið fleiri virðislønir.

Í fjør var Kórið hjá Jóhan á konsertferð í Szczecin og har komu tey í samband við kórini á universitetinum í býnum. Úrslitið var, at føroyingarnir og póllendingarn høvdu eina felags konsert, har kórini sungu saman og hvørt sær.

Og nú kemur so pólska kamarkórið til Føroya og sunnukvøldið fyrsta mai, klokkan 20, verður fyrsta konsertin í Fríðrikskirkjuni á Toftum, saman við Kórinum hjá Jóhan.

Har fara kórini í felag at syngja stuttu messuna, Missa brevis, eftir pólska komponistin, Jan Szopinski, har eisini pólskur kalverspælari og Monika Stauss Joensen á violin, spæla undir.

Tey syngja eisini tveir satsir úr kórverkinum hjá Jóhan Mortensen, Sálmur 66, sum hevur fingið ensnak tekst. Her verður tað Heðin Kambsdal, sum spælir afturvið á urgu. Møguliga verður okkurt annað sungið í felag, men pólska kórið fer eisini at framføra okkurt sjálvt.

Annars fer pólska kamarkórið at syngja á gudstænastu á í Sjóvar kirkju sunnudagin 1. mai og

seinnaparin syngur kórið á guðstænastu á Røktar- og ellisheiminum í Runavík.

Pólska kórið er eisini a hava konsert í Mariukirkjuni í Havn mánakvøldið 2. mai.