Ein krimirithøvundur, ið sigur seg verða hálvan póllending og hálvan føroying hevur lopið hvøkk á póllendingar í Føroyum. Rithøvundurin førir seg fram undir navninum Ove Løgmansbø.
Sosialurin var á gátt hjá pólsku Kingu Eysturland, sum býr í Klaksvík, sum er rættiliga ørkymlað um krimiskaldskapin hjá Ova Løgmansbø: - Eingin kennir Ova Løgmansbø, ella veit hvør hann er, staðfestir Kinga Eysturland. Kinga greiðir víðari frá: - Í apríl í ár gav Ove Løgmansbø út bókina "Enklawa". Tað er eitt lítið, rættiliga ókent forlag í syðra partinum av Póllandi, sum hevur givið bókina út. Og forlagið skrivaði í tíðindaskrivum um bókina "Enklawa", at Ove Løgmansbø er hálvur póllendingur og hálvur føroyingur. Og tað kom fram, at Ove Løgmansbø valdi heldur at geva út sín krimiskaldskap á pólskum enn á føroyskum, tí nógv fleiri fólk duga at lesa pólskt.
Kinga Eysturland staðfestir eisini, at tað eru nógv málslig mistøk í bókini hjá Ova Løgmansbø. - Eitt gott dømið er, at í bókini siga føroyingarnir "frú" og "harra" við hvønn annan. Vit, sum hava búð í Føroyum eru fullgreið yvir, at føroyingar eru ógvuliga beint fram, og siga "tú" við onnur fólk. Eitt annað, sum er serliga harmiligt við bókini er, at Ove Løgmansbø leggur upp til, at allir føroyingar hata Danmark, og danskarar í síni heild, og tað er jú langt frá sannleikanum.
Í vikuskiftisblaðnum hjá Sosialinum ber til at lesa meir um løgna pólska krimiskaldskapin, sum fer fram í Føroyum.