Manning
Háldan Haldansen, reiðari í Vestmanna, hevur átt línubátin Gullberg í hálvt triðja ár, og tað eru tvey ár, síðan skipið loysti aftur sum línubátur.
- Tað gekk lutfalsliga væl at manna skipið tað fyrsta árið og helvtina av tí næsta, men eftir summarfrítíðina í fjør hevur verið trupult at fingið nóg mikið av góðum fólki. Onkur av manningini fór í skúla, og onkur keypti sær útróðrarbát.
Reiðarin vísir á, at hóast Gullberg er ein minni bátur enn eitt nú Thomas Nygaard, sum West trading eisini eigur, er inntøkumunurin umborð á bátunum ikki so stórur. Kortini er tað ein sannroynd, at tað hevur verið truplari at manna tann minna bátin. Hjá hinum størra hava at kalla eingir trupulleikar verið í so máta.
Hava søkt
- Vit hava søkt eftir fólki, bæði hjá ALS og við lýsingum í Útvarpi, men tað hevur ikki eydnast okkum at fáa fólk, sum støðast serliga væl umborð. Tað er ikki fyri at vera negativur – ella fyri at siga nakað yvir ein kamb, men vit kunnu hugsa okkum, at tað ikki er tað mest støðuga fólkið, sum gongur uttan arbeiði í tíðum sum hesum.
Háldan sigur, at hann tí hevur sæð seg noyddan at leita út um landoddarnar eftir fólki.
- Um felagið Ocean Wide, ið er góðkent til útvegan av fólki úr útlandinum, hava vit nú fingið tveir póllendingar heim til Føroya, og vit vænta, at viðurskiftini hjá tí triðja fiskimanninum eisini koma upp á pláss um stutta tíð.
Hann sigur, at hesir báðir póllendingarnir, sum komu til landið seinasta leygardag – ávikavist 28 og 32 ára gamlir – eru royndir sjómenn. Teir hava familju og tvey børn hvør heima eftir í Póllandi.
- Ocean Wide hevur útvegað ein hóp av sjófólki til Íslands, men mær vitandi eru hetta fyrstu sjómenninir, sum í hesum umfari koma til Føroya at sigla. Úr Íslandi hava vit frætt, at teir eru sera væl nøgdir við útlendsku fiskimenninar.
Háldan vísir á, at tað er ikki ein og hvør útlendingur, sum sleppur út um landoddarnar at sigla gjøgnum Ocean Wide.
Roynast væl
- Felagið hevur ein stóran databasa, har fólk eru skrásett, og ymisk krøv skulu lúkast, áðrenn tú verður tikin upp í skrásetingini sum egnaður. Avtalan gevur okkum eisini ta trygd, at eru vit ikki nøgdir við menninar, fara teir heimaftur, og vit kunnu fáa aðrar menn heim í staðin. Men mær vitandi, er eingin maður sendur heimaftur úr Íslandi. Vit hava tí góðar vónir um, at pólsku fiskimenninir fara at roynast.
Tað er reiðaríið hjá Háldani, West Trading, sum hevur útvegað báðum monnunum, sum nú skulu umborð á Gullberg, íbúð í Havn.
- Tá menninir komu í Vágar leygarkvøldið, fór eg saman við einari pólskari kvinnu, sum býr í Føroyum, ímóti teimum. Hon hevur greitt teimum frá Føroyum og føroyska samfelagnum.
Háldan sigur, at dagin eftir, teir komu til landið, fóru teir í kirkju, har teir eisini møttu øðrum póllendingum, sum eru í Føroyum.
- Jú, eg haldi, at fyrstu ábendingarnar eru, at menninir eru falnir rímiliga væl til, leggur hann aftrat.
Long leið
P/F West Trading byrjaði í oktober mánaða í fjør at søkja um loyvi at fáa nakrar útlendingar umborð á Gullberg, og fyri 14 døgum síðan komu viðurskiftini hjá tveimum av hesum monnum upp á pláss.
- Vit hava bíðað eftir hesum monnum, men nú viðurskiftini vóru í lagi, og teir vóru tøkir, hava teir bíðað eftir okkum, tí motorurin á Gullbergi fór. Nú er motorurin skiftur, og menninir eru komnir heim.
Hann sigur, at neyðugt hevur verið við váttanum frá fleiri “instansum”, sum hann tekur til.
- Vit hava fingið váttanir frá ALS og lýsingar, sum hava verið í Útvarpinum eftir fólki, eru eisini lagdar við umsóknini. Eg meini eisini, at málið hevur verið til hoyringar hjá Føroya Fiskimannafelag.
West Trading hevur søkt innlendismálaráðið um loyvi at taka póllendingarnar heim, og innlendismálaráðið hevur síðan viðmælt umsóknini mótvegis danska útlendingastýrinum. Síðan er málið komið heimaftur á klettarnar, og umsóknin er gingin á møti.
- Nú hava vit fingið ábendingar um, at vit eisini kunnu fáa tann triðja póllendingin umborð á Gullberg, og vit vænta, at maðurin kemur til Føroya um einar 14 dagar ella so.
Blandingur
Reiðarin sigur, at málið hjá honum er slett ikki at fylla skipið við útlendingum, men í tíðum sum hesum, nú reiðaríir hava torført við at manna skipini, kann tað vera hent at fáa útlendskar fiskimenn sum ein part av manningini.
- Sum eg havi skilt, roynir Ocean Wide at blanda útlendsku arbeiðsmegina, soleiðis at millum menninar, sum skulu arbeiða hjá sama arbeiðsgevara ella reiðara, er onkur sum dugir rímiliga væl enskt. Í okkara føri er tað tann triði maðurin, sum enn ikki er komin, ið dugir betri enskt enn hinir báðir, sum eru komnir. Men eg vænti, at tað fer at ganga kortini, tí hetta vísir seg at verða fryntligir og skilagóðir menn.
Háldan Haldansen sigur, at útlendsku fiskimenninir sigla undir júst sama sáttmála sum teir føroysku.
- Her verður eingin munur gjørdur á monnum, sigur reiðarin í Vestmanna at enda.