Pólska løgreglan vísur nú aftur at hava handtikið og ákært ein mann fyri at hava selt kemisk evni til Anders Behring Breivik.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, umframt norskar miðlar sum Vg.no go Dagbladet.no.
- Eingin er handtikin og eingin er ákærdur, sigur miðlatalskvinna hjá løgregluni í Wroclaw við avísina Gazeta.pl sambært vg.no.
Norska løgreglan vil fyribils ikki gera viðmerkingar til málið.
- Eg havi ongar upplýsingar til tað, sigur løgregluadvokatur Carol Sandbye við vg.no.
Í manifesti sínum tosar Anders Behring Breivik um møguleikarnar at keypa kemisk evni í Póllandi. Han nevnior eisini eitt ávíst felag, Keten Chemicals, og gremur seg í manifestinum um, at hann nýtti hetta felagið í samband við fyrireikingina av yvirgangsálopinum í Oslo fríggjadagin.