Føroya fyrsti langhylur hevur ikki verið opin fyri almenninginum eina tíð. Hetta kemst av, at eitt ára eftirlit hevur gjørt Í Pálshøll í Vági.
Men í gjár boðaði Pálshøll frá, at opið er aftur. Næstu dagarnar er tað tó bert svimjing, ið er á skránni, tí enn er ikki komið á mál við eftirliti og umvælingum av vælverutiloðunum, stendur á facebook vanganum hjá Pálshøll.
Pálshøll hevur síðani byrjan verið væl vitjað, og eisini nýtt til venjingar og kappingar, og mong ítróttarfeløg, ið hava vikuskifisørindi í Suðuroynni, hava stytt sær stundir í Pálshøll, og hetta er nú aftur møguligt.