Póllendingur til B71

B71 boðar á heimasíðuni frá, at felagið í næstum verður styrkt við einum póllendingi, ið hevur spælt í bestu deildini í Póllandi. Talan er um 30-ára gamla verjuleikaran og miðvallarin, Andrzej Bednarz. Í løtuni bíðar hann bara eftir arbeiðsloyvinum.

 

Heimasíðan hjá B71 skrivar:

 

Leingi hava tað verið leysasøgur um onkran póllending, ið hevur spælt við bestu pólsku deildini, og í kvøld(í gjár) kann B71 heimasíðan vátta at tíðindini eru sonn.

 

Andrzej Bednarz er 30 ára gamal, 1.90 m høgur, verju og miðvallaleikari, ið hevur spælt í bestu pólsku deildini, ið er kallað "Ekstraklasa". Her spældi hann í fjør við Gornik Zabrze.

 

Afturat sínum langa CV'ið hevur hann eisini tann forvitnisliga heiður av at verða fyrsti póllendingurin, ið nakrantíð hevur spælt í bestu iransku deildini. Har var hann harafturat við til at vinna silvur.

 

Sum skilst verður einans bíða eftir at maðurin fær arbeiðsloyvi og so kann hann spæla við restina av kappingini. Sera stuttligt hevði verið um hann var við ímóti 07 Vestur, men tað fer tíðin at vísa, skrivar heimasíðan hjá B71 at enda.

 

B71 tekur um vikuskiftið ímóti 07 Vestur í Vodafonedeildini. Skal B71 hava nakran møguleika at halda fram í deildini er kravið ein sigur.