Póllendingur avloysir Villeneuve

Royndarkoyrarin hjá BMW Sauber, Robert Kubica verður hetta vikuskiftið fyrsti póllendingur, ið koyrir eina formil 1 koyring. Hetta tá hann avloysir Jaques Villeneuve, ið enn roynir at koma seg eftir stoytin, ið hann fekk, tá hann við rættiliga nógvari ferð rendi á ein vegg týsku formil 1 koyringini farna vikuskiftið.
Mario Theissen stjóri hjá BMW Sauber sigur við f1.com, at Jaques Villeneuve hevur boða liðnum frá, at hann ikki verður nóg birgur at koyra so stutt eftir stoytin, men Theissen leggur dent á at 21 ára gamli Kubica hevur verið sera sannførandi bæði undir royndarkoyringum og fríggjadagar fyri formil 1 koyringinarnar í ár, tí metir liðið Kubica vera rætta mannin at taka sær av hesum.