Póllendingar lítlan áhuga fyri evruni

Bara 12 prosent av veljarunum í Póllandi eru fyri, at landið skal fara upp í evrusamstarvið og fáa sær evruna til gjaldoyra. Tað vísir ein nýggj meiningakanning, sum stendur í blaðnum Gazeta Wyborcza í dag.

Tíðindatænastan Euobserver.com skrivar, at 58 prosent av teimum spurdu vóru ímóti at fara upp í evrusamstarvið, og ein triðingur av teimum siga, at Pólland skal ongantíð fáa sær evruna til gjalddoyra.

Havast skal í huga, at sambært sáttmálanum um limaskap í ES hevur Pólland bundið seg til at seta evruna í gildi sum landsins gjaldoyra.