Póllendingar fara úr Íslandi

Nógvir útlendingar, sum hava arbeitt í íslendsku byggivinnuni, eru farnir heimaftur, nú arbeiðið í Íslandi er minkað munandi orsakað av fíggjarkreppuni. Tað sæst aftur á ferðatalinum. Teir fyrstu seks mánaðirnar í ár fluttu 4.252 fólk úr Íslandi, samstundis sum 2.720 fluttu til Íslands.

Hagstovan í Reykjavík sigur, at ein triðingur av teimum, sum fluttu av landinum, vóru póllendingar, sum hava arbeitt í Íslandi og serliga í byggivinnuni.

Hagstovan sigur, at tað á útlendingum í Íslandi er ikki minkað síðani 1992, og at tað vaks serliga nógv feá 2005 til 2007.