Póllendingar avgjørdu grannauppgerðina

2. deild: Tvey mál vóru nóg mikið hjá LÍF at hála trý týdningarmikil stig í land móti grannunum úr Gøtu, sum vóru komnir eftir tí eina stiginum

LÍF-GÍ 2-0 (0-0)


Leirvíksmenn vóru hart kroystir undan dystinum móti GÍ. Støðan var tann, at LÍF var næstniðast við sekstan stigum, meðan GÍ var trý stig frammanfyri.

Kravið var sostatt hjá heimaliðnum úr Leirvík at vinna dystin fyri at koma ájavnt við GÍ. LÍF er við sigrinum eisini farið framvið gøtumonnum.

GÍ kom til Leirvíkar við tí í tonkunum, at ein javnleikur var eitt frálíkt úrslit, tí so hevði ein javnleikur í seinasta dystinum verið nóg mikið til at tryggja sær framhaldandi luttøku í næstbestu deildini.

LÍF hevði yvirvág í leiki fyri steðgin. Tað gekk tó ikki væl at skapa teir stóru møguleikarnar. Leirvíkingar vóru tískil ikki serliga vandamiklir hóast leikliga yvirvág. GÍ var allatíðina við og spældi seg eisini fram til tveir heilt stórar møguleikar. Trúgvi Olsen í LÍF málinum hevði tvær góðar bjargingar, tá gøtumenn høvdu vandamiklar royndir.

Eftir steðgin setti LÍF ferðina upp, og GÍ megnaði ikki at fylgja við. Stutt eftir at dómarin hevði sett í gongd aftur, varð Kristian Eliassen skiftur inn, og eftir tað hendi nakað í álopsspælinum hjá heimaliðnum.

Tá tíggju minuttir vórðu farnir av seinna hálvleiki, spældi Kristian til póllendingin Mirek Gil, sum dróg tvørturum og langaði til úr 20 metrum. Bólturin brast í yvirleggjaran og inn.

Annars var dysturin sera harður, og nógv kort vórðu givin av dómaranum. Harímillum var eisini eitt reytt kort givið Áslakki Jacobsen fyri hevnisøku, tá tíggju minuttir restaðu. Dysturin líktist til tíðir meira einum bardaga enn einum fótbóltsdysti.

Kristian Eliassen var vandamikil ta løtuna, hann spældi. Tvær ferðir vóru boð eftir GÍ verjuni, tá royndir frá Kristiani endaði á træverkinum.

Tá eitt korter var eftir at spæla fekk LÍF tað seinna og avgerandi málið, sum gav GÍ mønustingin. Kaj Eli Olsen dróg inn í brotsteigin, men varð feldur í tí løtuni, hann skuldi royna seg móti málinum. Tomek Resel varð settur at taka, og hann setti bóltin trygt í netið til endaligu støðuna 2-0.

Seinastu tíggju minuttirnar legði LÍF seg longur aftur á vøllin, tí teir vóru bara tíggju menn á vøllinum. GÍ sendi eisini fleiri fólk fram hesa løtuna, men einki bar til.

Tað eydnaðist ikki GÍ at fara heimaftur við tí eina stiginum, og nú er tað GÍ, sum liggur til at spæla upp- og niðurflytingardyst. Um eina viku skal LÍF til Havnar at møta B36, meðan GÍ tekur ímóti KÍ, sum er flúgvandi í 2. deild. Alt verður avgjørt næsta leygardag.


LÍF-GÍ 2-0 (0-0)

1-0: Mirek Gil

2-0: Tomek Resel