Pólland stóð í kvøld fyri tí størsta sigrinum higartil í EM-kappingini í manshondbólti, tá póllendingar vunnu slovakum við 41 málum ímóti 24. Í hálvleikinum var støðan 17-14.
Var fyrri hálvleikur rættiliga javnur, var munurin á liðunum sera stórur í seinna hálvleiki, og sum frá leið tóktist tað, sum at teir slovakisku spælararnir bara bíðaðu eftir, at dysturin skuldi enda.
Ein annar dystur er spældur í kvøld. Hann var millum Týskland og Makedonia. Hetta gjørdist ein sera spennandi dystur, men endin varð, at týskararnir vunnu við einum máli 24-23. Í hálvleikinum stóð á jøvnum 12-12.
Tveir dystir eru eftir á EM-skránni í kvøld. Annar er millum vertslandið Serbia og Danmark, og í hinum dystinum møtast Svøríki og Kekkia.










