Seinastu tíðina hevur verið vandi fyri, at grannalondini Pólland og Ukraina fóru at missa rættin at skipa fyri EM-endaspælinum í 2012. Trupuleikar hevur verið við gistingarhúsum, vegum, floghavnum, leikvøllum, marknaðareftirlitum o.ø. Fyrireikingarnar hava verið alt annað enn nøktandi higartil. Ì dag staðfesti UEFA tó, at Pólland og Ukraina sleppa at verða vertir fyri EM-endaumfarinum í 2012. Men treytin er, at bæði londini seta ferð á fyrireikingararbeiðið, og at tey halda seg til tíðarætlanina hjá UEFA. Arbeiðið fyri einum nøktandi undirstøðukervi og leikvallum er fult í gongd. Ì 2012 verður talan um 4 vertsbýir í hvørjum landi. Gdansk, Poznan, Warsawa og Wroclaw verða vertsbýir í Póllandi. Lviv, Donetsk, Dnipropetrovsk og Kiev verða vertsbýir í Ukraina.