Fyri einum góðum samdøgri síðani bendi alt á, at pólverska hondbóltslandsliðið longu týskvøldið skuldi pakka saman og venda nøsini heimeftir. Men eftir tveir sigrar í minni enn eitt samdøgur er vent í holini, og nú kann tað so væl vera, at Pólland verður partur av hálvfinalunum í HM kappingini, sum í hesum døgum er í Kroatia.
Í dag hevur Pólland vunnið 35-23 á Serbia. Í gjárkvøldið vann Pólland 32-28 á Danmark. Hesi bæði úrslitini bera við sær, at tað er lagt stórt trýst á Danmark, sum eftir innleiðandi umfarið varð mett at vera favorittur til pláss í hálvfinaluni.
Tað er framvegis upp til Danmark at gera av, um teirra lið skal vera við í hálvfinaluni. Danmark skal í kvøld spæla ímóti Makedonia, og týskvøldið skal Danmark spæla ímóti Týsklandi. Um danir framvegis skulu hava møguleika at røkka hálvfinaluni, so skulu teir vinna í hvussu so er annan dystin og kanska báðar. Møguliga fer tað at bera til at røkka hálvfinaluni, um annar dysturin endar við javnleiki.
Um tað týskvøldið fer at standa á jøvnum í stigum millum Pólland og Danmark, so verður Pólland frammanfyri Danmark, tí Pólland vann í gjárkvøldið innanhýsis uppgerðina.









