Norskir lántakarar kunnu takka pólendsku arbeiðsinnrásini fyri, at norska rentustøðið ikki er hægri enn tað er. Tað skrivar heimasíðan hjá Vinnuhúsinum. Sambært teimum hevur pólendska arbeiðsmegin í Noregi havt munandi ávirkan á norska búskapin orsaka av høgum produktiviteti. Vinnuhúsið vísir til hagstovn, sum vil vera við, at leiðandi rentan í Noregi vildið ligið uppi á 5 prosent og ikki á núverandi 4,25 prosent um pólendingar ikki arbeiddu í Noregi. Útrokningar vísa, at lønarstøðið í Noregi vildi verið 2 prosent hægri, um ongir pólendingar vóru í Noregi.