Pólland er í løtuni hart rakt av koronu, og á sjúkrahúsunum í landinum eru tey nú við at bukka undir stóra trýstinum.
Sum skilst, er tað serliga kring páskafrítíðina, at smittutølini eru økt, hóast Pólland fyri páskir setti strong tiltøk í verk í royndini at byrgja upp fyri smittuspjaðing.
Men, smittutølini eru stór.
Tveir fylgjandi dagar herfyri vórðu heili 35.000 nýggir smittutilburðir staðfestir hvønn dagin.
Talið av deyðum er eisini stórt og hevur ligið um nøkur hundrað um dagin. Bara mikudagin í vikuni doyðu 653 fólk í Póllandi - við ella av koronu.
NTB skrivar, at miðlarnir í Póllandi eru á tremur við søgum um, at sjúkrahúsini í landinum eru við at verða yvirfylt við koronu-sjúklingum.
Í gjár - 1. páskadag - vóru næstan øll 120 seingjarplássini í sjúkrahúsinum í Bochnia við Krakow full.
Sambært NTB vera sjúk fólk útskrivað til fyrimunar fyri álvarsliga sjúkir koronu-sjúklingar.