Tiago legði Portugal á odda eftir fimm minuttum, men 10 minuttir fyri hálvleik javnaði Jankovic til 1-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið. Í hinum dystinum í bólkinum vann Pólland 1-0 ímóti Armenia við máli frá Zurawski, og við sigrinum hevur Pólland nú lagt seg einsamalt á odda í bólki A. Teir eru fimm stig frammanfyri Portugal, Serbia og Finnland.