Pólland: Eitt topplið í altjóða hondbólti

mótstøðuliðið hjá føroyska landsliðnum var fjórðbesta liðið í heiminum í bæði 2013 og 2015

Dysturin Pólland - Føroyar verður leiktur í kvøld klokkan 19.30 føroyska tíð - FM1 sigur beinleiðis frá dystinum

Mótstøðan hjá føroyska kvinnulandsliðnum er sera hørð í hesari undankapping til EM 2020.

Les eisini: Sera roynd pólsk mótstøða ímóti óvanliga ungum føroyskum landsliðið

Tá ið lutakastið var til hesa undankapping komu Rumenia úr ovasta styrkibólki og Pólland úr næsta styrkisbólki.

Føroyar spæla ímóti Póllandi í kvøld klokkan 19.30 og ímóti Rumenia klokkan 17.00 sunnudagin.

Bæði liðini hava stór úrslit seinastu árini. Pólland rakk hálvfinaluni við HM í 2013, men tapti ímóti Serbia og síðani eisini bronsudystin ímóti Danmark.

Í 2015 endurtók søgan seg. Pólland rakk hálvfinalunum, men tapti ímóti Niðurlondum. Heldur ikki hesaferð eydnaðist tað at fáa bronsuheiðursmerki - Rumenia vann bronsudystin.

Síðani hava úrslitini verið eitt sindur lakari, og við seinasta endaspæl, EM í 2018, endaði Póllandi nummar 11, eftir at hava tapt allar dystirnar í bólkaspælinum ímóti Danmaat rk, Svøríki og Serbia.

Hetta var eitt vónbrot, og Pólland hevur sett norðmannin, Arne Senstad, sum landsliðsvenjara.

Les hvat Arne Stenstad segði við in.fo í gjárkvøldi við at trýsta HER

Meginparturin av pólska landsliðnum, ið fekk fjórðu plássini við HM spælir enn. Millum annað liðskiparin og vintri bakkurin, Karolina Kudlacz-Gloc, ið hevur spælt 180 dystir og skotið 916 mál fyri pólska landsliðið