Páll : Vit eru naivir og órutineraðir

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá B68 væntar batar í spælinum skjótt

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi á Rás2 við Páll Guðlaugsson, høvuðsvenjara hjá B68 aftaná 0-4 tapið ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu fyrr í dag.

 

Páll Guðlaugsson er nøgdur við fyrstu 34 minuttirnar, tá tað enn stóð á jøvnum 0-0. Eftir hetta heldur Páll Guðlaugsson, at hansara menn vóru ov naivir og órutineraðir, og tað blivu teir revsaðir fyri í ólukkumát.

 

Venjarin hjá B68 slær kortini fast, at teir arbeiða við at betra um hetta, og hann væntar, at tað verða skjótt batar hesum viðvíkjandi.

 

Við einum skálkabrosi segði Páll Guðlaugsson við Trónd Arge, at B68 fóru, ið hvussu er at verða klárir til dystin ímóti Giza/Hoyvík í kappingini um løgmanssteypið.