KÍ hevur nú tapt tríggjar dystir á rað. Í steypakappingini taptu teir 1-2 ímóti Suðringum í 1. umfari. Í farnu viku taptu teir 2-3 ímóti B36 á útivølli, og í dag gjørdist talan um sárt 1-2 tap á heimavølli ímóti grannunum úr Eysturkommunu, Víkingi.
Áleyparin og liðskiparin hjá KÍ, Páll Klettskarð er vónbrotin um, at Víkingur skorar aftaná deyðabóltsstøður, ið annars hevur verið ein styrki hjá KÍ at demma upp fyri.
Páll Klettskarð tekur í egnan barm um avrikið hjá KÍ-álopinum seinastu dystirnar. Hann heldur, at teir hava ikki verið ov neyvir, og tað hevur kostað í teimum seinastu trimum dystunum.
Páll Klettskarð slær tó fast, at teir ætla at venja hart, og ætla at stríðast fyri at koma á slóðina aftur.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis á Rás2 við Páll Klettskarð.
Frásøgnin hjá Tróndi Arge av teimum trimum málunum, ið komu í dystinum í Klaksvík, og samrøðan Tróndur gjørdi við Maurice Ross hoyrast HER










