Páll á Reynatúgvu vil avlasta formannin fyri tingbólk Tjóðveldisfloksins, men hetta er nakað heilt nýtt fyri Høgna Hoydal. Páll á Reynatúgvu, tingmaður úr Sandoynni, var av sínum valfelag skotin upp til næstformann í flokkinum, men tá valið skuldi avgerast á flokstinginum fríggjakvøldið, steik Páll upp á pallin og boðaði frá, at hann tók seg aftur sum valevni til næstformann í flokkinum.
Samstundis nevndi hann, at hann í staðin fegin vil avlasta tingformannin í Tjóðveldisflokkinum, men hetta kom púra óvart á Høgna Hoydal, sum er verandi formaður fyri tingbólkinum.
- Jú, eg hoyrdi Páll og tað, hann segði, men hetta er ikki nakað, vit í flokkinum hava tosað um, sigur Høgni Hoydal.
Formaður Tjó?veldisfloksins sigur seg ikki vita, hvat Páll á Reynatúgvu sipar til, men tað er jú ikki eitt mál fyri flokstingið. Hetta er nakað, sum tingmanningin ger av.
- Sjálvandi eru slík mál uppi og venda av og á, men tað er púra ókent fyri mær, at Páll vil avlasta meg, og tí fái eg so lítið sagt um hetta, sigur Høgni Hoydal.
Páll á Reynatúgvu sjálvur var neyvan til at misskilja á flokstinginum, og endurgav eisini fyri blaðmanni Sosialsins ynski sítt, at hjálpa og avlasta tingformann Tjóðveldisfloksins. Hvørjum hetta fer at enda við, má so bara tíðin vísa.