Páll Vang, 60 ár

Í morgin 8. august verður Páll Vang á Tvøroyri 60 ár. Foreldrini hjá Páll vóru Johanna f. Andreassen úr Fámjin og Palli Vang av Hamri í Froðba. Johanna var onnur kona Palla. Tann fyrsta var Anna, ættað úr Sandvík. Við henni fekk hann trý børn Dánjal, Niels Petur og Anna.

Anna doyði, og nøkur ár seinni giftist Palli við Honnu, og tey fingu Páll.

Hanna var eitt gott fólk, sum gjørdi húsið til eitt gott og trygt heim, har eisini børnini av fyrsta hjúnarlagi kendu seg væl. Tað var ein dyggur smeitur og stór sorg fyri øll, tá ið Hanna doyði í 1957, bert 37 ára gomul. Tá var Páll bert átta ára gamal.

Palli giftist triðju ferð við Svenny Vang úr Froðba. Tey fingu sonin Jaspur. Tá var Páll framvegis heima, so Svenny gjørdist sum ein mamma eisini fyri Páll.

Palli varð kallaður Rok-Palli, og tað liggur í hesum, at hann hevur verið ein sera raskur maður.

Men nú varð tað Palli sjálvur, sum var fyri vanlagnu. Ein dagin í 1965, hann var farin burtur í haga og skuldi fara eftir einum seyði datt hann oman, og hann sást ikki aftur. Enn einaferð vóru børnini hjá Palla fyri svárum missi. Palli gjørdist bert 57 ár, og Páll var tá bert 16 ára gamal og hevði mist bæði foreldrini.

Páll fór ungur niður til Høng á Sælandi at taka studentsprógv. Aftaná var hann eitt ár læraravikarur í Hvalba.

Tá hittir hann Elin f. Jacobsen, sum lesur til sjúkrasystir, og sum er á sjúkrahúsinum á Tvøroyri í praktikk. Elin er dóttir Elisu og Vilhelm í Tjørnustovu í Norðragøtu.

Tað rennur saman teirra millum, og tey flyta til Holbæk, har Páll fer á læraraskúla, har hann tekur prógv í 1973.

Tey koma heim aftur, og Páll er lærari á Venjingarskúlanum í Havn í eitt ár. Men hugur hansara stóð til Tvøroyri. Tað var her, hann føldi seg at hoyra heima. Seyður var eisini í húsinum, og hevði hetta hansara størsta áhuga. Páll gjørdist so lærari á Tvøroyri.

 

Fer uppí politikk

 

Men Páll hevði áhuga fyri samfelagsviðurskiftum, og hetta førdi hann inn í Fólkaflokkin.

Hann gjørdist so annað av umboðum floksins í landsstýrinum, tá ið samgonga var skipað fyrst í 1981 við Paula Ellefsen sum løgmanni. Her gjørdi Páll eisini eitt gott arbeiði, men kanska dugdi hann ikki allar tær snildir, sum skulu til fyri at yvirliva í landspolitikki.

Men hann kom inn í býráðið á Tvøroyri í 1985, og hann gjørdist borgmeistari í 1993. Í 1996 fekk hann til kommunuvalið so nógvar persónligar atkvøður, at hann var sjálvskrivaður at halda áfram. Mong minnast stríðið hjá Páll at fáa oljuhavn á Tvøroyri, har sjálvur Mc Kinney Møller kom á vitjan og vísti sín áhuga. Páll varð virdur av fólki í øllum flokkum. Ein felags vinur hjá okkum báðum var Martin Eidesgaard, sum doyði fyri tveimum árum síðani. Hann helt fyri ein dagin við Páll, at “eg skal rópa hurrá fyri tær, um tú fær oljuhavnina.” Eg helt tá fyri við Martin, at tað var í lagi at rópa hurrá, men tað var eins nógv atkvøðuna, sum Páll hevði brúk fyri. Nei, nú var tað so, segði Martin, at hann var føddur javnaðarmaður, so atkvøðuna kundi hann ikki lova. Men Páll og Martin vóru eins góðir vinir fyri tað.

Men á jólum 1999 rakti vanlagnan eisini Páll. Hann fekk eitt strik, har hann eins væl kundi verið deyður. Tá ið Mærsk McKinney frætti hetta, sendi hann blómutyssi og bræv til Páll og bað hann um ikki at falla í fátt. Og Páll bardi seg aftur til lívið eftir eina áralanga sjúkralegu, og hóast hann er kropsliga nógv skerdur, so er hann sálarliga væl fyri til gleði fyri ætt og vinir. Umstøðurnar eru nú so góðar, sum tær kunnu vera.

Í hesum sambandi má Elin eisini nevnast. Elin hevur barst sum eingin annar hevði kunnað gjørt fyri at bøta um umstøðurnar hjá Páll og øðrum í hansara støðu. Hetta hevur eisini eydnast. Tað er vist, at uttan Elin hevði Páll ikki verið so væl fyri sum hann er.

Páll og Elin eiga fýra døtur:

Barbara er løgfrøðingur, Hanna er lærari, Rakul er sjúkrasystir og Elisa er lesandi.

Abbabørnini eru seks í tali, og tað er óneyðugt at siga, at abbin er púra býttur í teimum.

Tað skal eisini sigast, at tað hevur verið eitt framúr samanhald í hesi familju, og tey hava hvør í sínum lagi gjørt tað møguligt hjá Páll at fáa eitt so frægt lív, sum hann hevur fingið.

Vit í familjuni hjá Elin vilja fegin ynskja Páll og eisini Elin, sum fylti í januar, hjartaliga tillukku við teirra 60-ára døgum. Tað hevur mangan verið stuttligt at koma suður á Sevmýri at vitja, og blíð hava tey verið so tað forslær. Tað eru nógv onnur sum eisini kunnu sanna hetta.

Páll heldur dagin saman við familjuni.

----------

ó.