Páll umhugsar støðuna

Páll á Reynatúgvu er fyrsti varamaður hjá Tjóðveldi og hevur rætt til tingsessin, nú Kristina Háfoss fer úr tinginum 1. februar

Við 252 atkvøðum til seinasta løgtingsval rakk Páll á Reynatúgvu ikki inn um tinggáttina fyri Tjóðveldi. Tjóðveldi fekk seks tingsessir, og Páll á Reynatúgvu gjørdist nummar sjey.

Nú Kristina Háfoss fer í nýtt starv sum stjóri í Norðurlandaráðnum, leggur hon tingsessin frá sær 1. februar. Páll á Reynatúgvu stendur so til at yvirtaka tingsessin.

– Eg fari at umhugsa støðuna í nakrar dagar, um eg skal taka av. Tað eru bæði privat og politisk viðurskifti, sum eg má taka støðu til, og so mugu vit minnast til, at mangt kann henda í politikki áðrenn vit koma til 1. februar, sigur Páll á Reynatúgvu.

Páll á Reynatúgvu var tingformaður í farna valskeiði.