Páll umhugsar fráfaring

Hóast Páll á Reynatúgvu fyri tíð síðan staðfesti, at hann ætlar at leggja frá sær, so staðfesta útsøgnir í Degi og Viku hjá Kringvarpinum í gjár, at hetta ikki er heilt víst

Eljustríð hevur verið í kommunustýrinum á Sandi í fleiri mánaðir, eftir at tað kom fram, at fýra av sjey bygdarráðslimum heittu á Páll á Reynatúgvu at leggja frá sær sum borgarstjóri. Stutt eftir brævið, staðfestir Páll á Reynatúgvu í lesararbrævi, at hann vildi leggja kongin, og at hann á einum komandi kommunustýrisfundi, fór at leggja frá sær.

Men okkurt er broytt síðan tá.

Tað kom fram í Degi og Viku hjá Kringvarpinum í gjár, tá tíðindamaðurin spurdi borgarstjóran á Sandi, hvør verður borgarstjóri á Sandi um hálvt ár.

- Verður tað ikki eg sjálvur, so veit eg ikki hvør alternativið er, staðfesti Páll á Reynatúgvu í Degi og Viku í gjár.


Undrar ikki

Henda útsøgn hjá Pálli á Reynatúgvu undrar tó ikki Brand Sandoy, sum ikki longur hevur álit á borgarstjóranum á Sandi, hóast teir vórðu valdi á lista saman.

- Hetta var tað, vit roknaðu við alla tíðina. Men tað er altíð upp til borgarstjóran, hvat hann velur, sigur Brandur Sandoy

Sambært kommunustýrislógini verða borgarstjórar valdir fyri fýra ár í senn, og kunnu ikki krevjast frá undir vanligum fyritreytum.