Klaksvíkingar fóru avstað við øllum, sum teir kundu fáa, tá teir leygardagin vitjaðu á Eystanstevnu úti í Runavík. Fyrst kvinnurnar á Páll Fanga og síðani menninir á Klaksvíkingi í dýrdarveðrinum á Skálafjørðinum, áðrenn fótbóltsmenninir hjá KÍ um kvøldið gjørdu tað sama á vøllinum við Løkin.
Hetta var ein dystur, har KÍ hevði brúk fyri at reisa seg aftur eftir eyðmýkingina í Havn tvær vikur frammanundan, tá HB vann heili 5-0, og hóast avrikið ikki var fantastiskt, hóast var væl úr greitt, so reistist KÍ við sigri á NSÍ.
– Vit eru avgjørt nøgdir við at vinna 2-0 í einum so torførum útidysti sum hesum, tí vit høvdu nakað, vit vildu vaska av okkum. Vit eru øgiliga glaðir fyri tað, sum vit fingu í dag, segði liðformaðurin hjá KÍ, Hjalgrím Elttør, eftir dystin.
– So leingi vit fáa trý stig, er tað gott. Vit brendu onkrar kjansir og NSÍ hevði eisini onkrar, men eg haldi, at samanumtikið var tað í lagi, vit vit vunnu. Vit fingu rættað nógv av tí, sum ikki riggaði fyri tveimum vikum síðani.
KÍ stýrdi øllum
Dysturin var ikki av teimum bestu, og serliga hjá heimaliðnum restaði nógv í. Byrjanin var trilvandi hjá báðum pørtum, men nokk so skjótt eydnaðist KÍ at seta dagsskránna við góðum samanspæli, ið hinvegin næstan ikki fanst hjá vertunum fyri steðgin.
Fyrra málið hjá KÍ kom, tá bara eitt korter var farið, men longu tá hevði spælið lagað seg so, at leiðslan var uppiborin, tá hon kom. Páll A. Klettskarð, sum NSÍ-ararnir hildu vera rangstaddan, bleiv spældur púra leysur á brotsteigarmarkinum, og tá NSÍ-málverjin Kristian Joensen kom út ímóti, lyfti Páll kaldliga bóltin upp um hann og í tóma málið til 1-0.
Løtu seinni hevði KÍ aftur bóltin í NSÍ-málinum, men tá var flaggið uppi, og eina triðju ferð var um reppið, tá tað eisini endaði við rangstøðudómi. Alt samalt støður, sum í øllum førum staðfestu, at KÍ hevði tamarhald á tí mesta og NSÍ hevði sera ilt við at spæla skipað spæl og at fáa veruliga hótt gestirnar.
NSÍ gjørdi tvær skiftingar á miðvøllinum, ið skuldu bøta um spælið og stýringina av tí, men seinni hálvleikur var ikki meira enn fýra minuttir gamal, so hevði KÍ mestsum spilt stevnuna, tí tá var Páll A. Klettskarð aftur á blettinum – hesa ferð við góðari fríspæling frá Filip Djordjevic, og so var 2-0.
Málini leygarkvøldið vóru ávikavist triðja og fjórða hjá Páll ímóti NSÍ hetta kappingarárið, tí í sætta landskappingarumfari skoraði hann tvey tey síðstu, tá KÍ vendi 1-2 til 3-2 á heimavølli.
Kjansir til fleiri
Væl uppløgdu klaksvíkingarnir kundu næstu løtuna saktans havt avgjørt dystin endaliga, tí bæði Hjalgrím og Andy Olsen høvdu stórar kjansir, men ikki bar til hjá teimum.
Í staðin byrjaði NSÍ at koma meira við í dystin, og myndin av spælinum gjørdist meira tann, at NSÍ royndi at leypa á, meðan KÍ bant fyri og annars lúrdi eftir møguleikum at skunda sær hinvegin. KÍ styrkti sær verjukenda miðvøllin fyri at binda fyri, og tað eydnaðist eisini.
– Spælið hjá okkum var øgiliga vánaligt í fyrra hálvleiki, men beinanvegin í seinna hálvleiki fingu teir mál. Og hóast vit royndu at trýsta, so lá einki fyri, segði Klæmint A. Olsen, liðformaður hjá NSÍ.
– Vit høvdu nógv innlegg, men megnaðu ov illa at vinna bóltarnar. Tað nærmasta, vit komu, var hatta skotið frá Jann Martin Mortensen, ið brast á stongina, so hetta var bara ikki nóg gott hjá okkum.
Og soleiðis endaði tað fyri tað nógva við tómum trýsti frá NSÍ, sum bara hendinga ferðir veruliga fekk hótt, og tá alt kom til alt, kundi sigurin hjá KÍ heldur verið størri, enn at NSÍ kundi havt pyntað um úrslitið, tí avrikið hjá vertunum stóð ikki mát við tað hjá gestunum, ið høvdu fult tamarhald á tí allarmesta.
Viljin gevur spælið
KÍ er framvegis á fimta plássi, men er nú ájavnt við bæði ÍF og HB, sum eru á plássunum frammanfyri.
– Vit høvdu nakað at prógva fyri áskoðarunum hjá okkum, og tað haldi eg, at vit megnaðu. Vit høvdu viljan, og so kemur spælið eisini. Úrslitið sóu vit so í dag, staðfesti Hjalgrím Elttør, sum sær ljóst upp á kappingina víðari:
– Um vit halda fram við góðu gongdini, sum hevur verið, burtursæð frá dystinum í Havn, so kann tað røkka langt hjá okkum. Næsta avbjóðingin verður so heima ímóti B68.
Undan dystinum var NSÍ, sum hevði vunnið tveir dystir á rað, komið akkurát upp um niðurflytingarstrikuna, men datt niður um hana aftur, tí B68 í gjár spældi javnt ímóti B36 og fór eitt stig framum.
– Nógvir dystir eru eftir enn, og vit trúgva framvegis upp á tað. Liðið hjá okkum er gott, halda vit, og ein góðan dag eru vit førir fyri at vinna á einum og hvørjum av hinum liðunum, men hetta var bara ikki ein av okkara góðu døgum, segði Klæmint A. Olsen, ið sær fram ímóti næsta dystinum hjá NSÍ.
– Nú skulu vit upp á hestin aftur og syrgja fyri at vinna á Víkingi inni í Gøtu mikukvøldið.