TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu Rás2 gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B68 um tveir ymiskar tættir.
Fyrri tætturin er um B68-Skála 1-1 (1-0), har Páll Guðlaugsson fegnast um, at hansara menn avrikaðu væl betur enn í 0-4 tapinum ímóti ÍF farna vikuskiftið. Trúgvin uppá egin evnir og góð úrslit eru framvegis til staðar á Toftum, og farið verður við góðum treysti til Havnar at spæla ímóti HB komandi fríggjakvøld.
Seinni og drúgvari tætturin er um avrikið hjá íslendsku landsmonnunum hjá Pálli Guðlaugssyni. Páll Guðlaugsson er fegin um javnleikin ímóti Portugal, har hann tippaði úrslitið rætt her á in.fo og á Rás2, javnleik 1-1. Men 1-1 javnleikurin ímóti Ungarn smakkar ikki líka væl. Páll Guðlaugsson heldur ikki, at íslendska liðið vísti seg frá sínari bestu síðu, og menn vóru ov fjálturstungnir.
Páll Guðlaugsson er tó sigursvísur til dystin mikudagin klokkan 17 ímóti Eysturríki, og har væntar hann, at íslendingar fara at vinna 2-1, og harvið vinna seg víðari til áttandapartsfinalurnar.