Páll skerjir MBF í ári teirra brekaðu

Tað kemur dátt við hjá limafeløgunum í Meginfelag teirra Brekaðu, at landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, skerjir játtanina til MBF við hálvari miljón ? júst í ári teirra brekaðu.
<DPTAB>    - Hetta signalerar, hvønn dent landsstýrismaðurin leggur á arbeiði hjá okkum, sigur dagligi leiðarin á MBF, Anna Suffía Durhuus

Skerjing

Í fleiri ár hevur Meginfelag teirra Brekaðu, MBF, fingið 900.000 krónur á løgtingsfíggjarlógini. Undir kreppuni fyrst í nítiárunum varð játtanin skerd við 100.000 krónum, men hesin peningur kom uppá aftur játtanina, tá ið útlitini batnaðu.
Í fjør hendi so tað, at landsstýrismaðurin, Páll á Reynatúgvu, læt MBF fáa hálva miljón aftrat, soleiðis at samlaða játtanin í ár er 1,4 milj. krónur. Men hesin peningur steðgar ikki leingi á fíggjarlógini, tí longu í ár ? í ári teirra brekaðu ? er játtanin aftur skerd við hesi somu hálvu miljónini.

Standandi játtan

Í Sosialinum herfyri segði Leila Solmunde, formaður í Giktafelag Føroya, sum er limur í MBF, at ætlanin hjá Pálli avgjørt ikki var, at henda hálva miljónin bert skuldi vera á fíggjarlógini í ári teirra brekaðu ? og síðan takast av aftur.
Dagligi leiðarin á MBF, Anna Suffía Durhuus, er samd við Leilu og sigur, at upprunaliga ætlan landsstýrismansins avgjørt ikki var, at meirjáttanin skuldi takast burtur aftur.
Tær vóru báðar við á fundum við Páll, tá ið hesin kunngjørdi, at meira peningur fór at verða játtaður MBF.
- Men seinni hevur Páll á Reynatúgvu so sagt og endurtikið, at meirupphæddin varð sett á fíggjarlógina fyri at stuðla MBF og tess limafeløgum í ári teirra brekaðu.
Anna Suffía sigur, at upprunaliga var hetta ikki so, tí árið varð ikki lýst at vera ár teirra brekaðu, tá ið landsstýrismaðurin segði seg vilja seta meira pening á fíggjarlógina til MBF.
Dagligi leiðarin sigur, at endamálið við meirjáttanini var at styrkja feløgini og at fáa feløgini undir ein hatt, sum hon tekur til.
- Slíkt verður ikki gjørt eftir einum ári, leggur hon dent á.
Anna Suffía sigur, at MBF er ógvuliga vónsvikið um, at játtanin aftur verður skerd.

Vónsvikin feløg

- Nei, hetta høvdu vit slett ikki væntað. Hóast umleið ein helmingur er brúktur til tiltøk í ári teirra brekaðu, munaði hin helmingurin ógvuliga væl hjá limafeløgunum. Vit mugu bara staðfesta, at ætlaða skerjingin signalerar, hvønn dent landsstýrismaðurin leggur í tað arbeiði, vit og limafeløgini gera.
Hon vísir á, at umframt at fáa beinleiðis lut í býtinum av
meirjáttanini, fingu limafeløgini eisini stuðul av somu játtan til ymiskt tiltøk, ið skipað hevur verið fyri í ári teirra brekaðu.
- Hevði játtanin verið hin sama aftur komandi ár, hevði uppaftur meira peningur farið útaftur til feløgini, tí tá hevði minni peningur farið beinleiðis til ávís tiltøk. Limafeløgini vóru ógvuliga fegin um meirjáttanina í ár, og líka so fegin tey vóru ? líka so vónsvikin eru tey, nú meirjáttanin er tikin av aftur, sigur Anna Suffía.

Býtislykil

MBF hevur 23 limafeløg, harav trý feløg, Javni, Sinnisbati og ÍSB, hava eina beinleiðis játtan á fíggjarlógini og soleiðis ikki eru heft at MBF fíggjarliga.
- Tey feløg, sum eru á fíggjarlógini, fáa bara grundarupphæddina, meðan hini feløgini, sum eru limir í MBF og ikki eru á fíggjarlógini, fáa grundarupphædd umframt part av játtanini, sum verður býtt eftir einum lykli, har limatalið er avgerandi fyri, hvussu stór játtanin verður, sigur Anna Suffía Durhuus.
Limafeløgini í MBF eru ymiskt til støddar og ymiskt er, hvør er limur í feløgunum. Í summum feløgum eru bert tey limir, sum eru sjúk, og í øðrum feløgum eru avvarðandi og stuðlar eisini limir.
MBF hevur í skrivum gjørt vart við sína ónøgd hjá landsstýrismanninum og hjá trivnaðarráðnum.