Í gjár kom fram, at fyrrverandi landsliðsvenjarin, Páll Guðlaugsson, vendir aftur til føroyskan fótbólt, tí hann komandi kappingarár skal venja Vodafone-liðið hjá KÍ. Páll er 53 ára gamal og hevur drúgvar royndir innan venjarayrkið, men hann hevur ikki verið at sæð í føroyskum fótbólti síðani 1997.
– Eg hugsi stórt, so eg gleði meg at koma aftur til Føroya at vera fótbóltsvenjari. Í mun til tær uppgávur, eg havi havt fyrr í Føroyum, er KÍ ein sera stór uppgáva, sigur Páll, sum síðani tíðina í Føroyum hevur verið bæði í Íslandi, Onglandi, Bermuda og nú aftur hevur verið í Íslandi.
Íslendingurin hevði eisini aðrar møguleikar, tí hann hevur síðstu tíðina havt samrøður við fleiri feløg, men tá avtornaði, var tað KÍ, ið dróg mest og fekk Páll at seta undirskriftina á ein eitt ára sáttmála við søguríka felagið í Klaksvík.
– Her er talan um eitt felag, sum heilar 17 ferðir hevur vunnið føroyameistaraheitið, so mín uppgáva verður at finna fram til tað serliga DNA-tilfarið, sum er í fólkinum her á staðnum, so KÍ aftur kann teljast millum tey fremstu. Eg fari so at gera mítt ítarsta, fyri at fáa KÍ upp millum teir bestu her í Føroyum, sigur Páll Guðlaugsson, ið tekur við eftir Aleksandar Djordjevic, ið hevur stjórnað KÍ-monnunum síðstu árini.
Í løtuni er Páll í Íslandi, men í næstum kemur hann hendavegin, og ætlan hansara er, at venjingin hjá Vodafoneliðnum í Klaksvík skal byrja um ein mánað ella so.









