Páll skal døma finaluna

Ólavsøkudag klokkan 16 verður fyrsta bríkslið í finaluni um løgmanssteypið 2009. Nú er tað nakað síðani, at tað varð greitt, at EB/Streymur og Víkingur skulu stríðast um løgmanssteypið.

Í dag boðar Fótbóltssambandið frá, at tað verður Páll Augustinussen, sum verður 23. maðurin á vøllinum. Hjálpardómarar verða Regin Egholm og Johnleif Gerðisá. Fjórði dómari verður Dagfinn Olsen.