Páll Sigmund og Debes vunnu

Stóra kappingin, Føroya Bjór Simultan, varð leikt kring landið seinasta leygardag. Úrslitið gjørdist ein greiður sigur til Páll Sigmund Sørensen og Debes Christiansen

Leygardagin 22. januar var tann árliga Føroya Bjór simultan kappingin spæld um landið. Spælt var í Klaksvík, Fuglafirði, Miðvági, Tórhavn og á Tvøroyri. Hetta er eitt spælistað meir enn í fjør, tá luttøkan setti met við heili 60 pørum. Men hóast hetta var luttøkan nakað minni í ár, tá 46 pør settust við bridgeborðini kring landið.

Orðið simultan merkir, at nakað verður gjørt samstundis. Tað vil í hesum førinum siga, at bridgespælarar kring landið sita og spæla tey somu kortini samstundis. Hetta kann lata seg gera við, at kortini verða blandað frammanundan, kopieraði og send út til tey ymsu spælistøðini. Tá kappingarnar á teimum lokalu spælistøðunum er lidnar, verða úrslitini savnað saman á einum stað, og vit fáa eitt úrslit fyri alt landið.

Páll Sigmund Sørensen og Debes Christiansen úr Klaksvík vunnu greiðan sigur í tí samlaða úrslitinum.


Tey lokalu úrslitini:

Á teimum fimm spælistøðunum kring landið, vóru trý tey fremstu pørini hesi:


Tórshavn (6 borð, miðal 180)

1 Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen, 219

2 Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen, 215

3 Jens Pauli G. Nolsøe - Kaj Alstrup, 209


Miðvágur (4 borð, miðal 84)

1 Julian Olsen - Kristian Guttesen, 101

2 Ruborg Zachariassen - Gunnvør Hansen, 96

3 Jóhan Hendrik Guttesen - Árni Jacobsen, 94


Fuglafjørður (4 borð, miðal 96)

1 Árant Berjastein - Magni Jøkladal, 127

2 Marner Joensen - Árni Dam, 103

3 Edmund Joensen - Dia Jacobsen, 103


Tvøroyri (4 borð, miðal 84)

1 Einar Larsen - Niels Pauli við Reiðlíð, 108

2 Oddur Dimon - Helgi Strøm, 98

3 Johan í Smiðjuni - Óla Jákup Olsen, 96


Klaksvík (4 borð, miðal 84)

1 Páll Sigmund Sørensen - Debes Christiansen,114

2 Mogens Højsted - Karl Isaksen, 100

3 Jórun Højsted - Marita Krosstein, 93



Úrslitið fyri landið

Eftir kappingina varð talt saman fyri alt landið, og var urslitið av hesum sum niðanfyristandandi:


1 Páll Sigmund Sørensen - Debes Christiansen, 794

2 Bogi Simonsen - Arne Mikkelsen, 703

3 Mogens Højsted - Karl Isaksen, 688

4 André Dalfoss - Gullokk Svalbard, 677

Josta Olsen - Verna Rasmussen, 677

6 Tummas Hans Gaardlykke - Jákup Egholm, 666

7 Jens Pauli G. Nolsøe - Kaj Alstrup, 662

8 Hallur Ellingsgaard - Petur Sigurð Rasmussen, 653

9 Julian Olsen - Kristian Guttesen, 652

10 Hans Jacob Petersen - Arnbjørn Sivertsen, 648

11 Áki Dimon - Knútur Nygaard, 645

12 Ruborg Zachariassen - Gunnvør Hansen, 638

Oddur Dimon - Helgi Strøm, 638

14 Marjun Restorff - Arnleyg Mikkelsen, 632

Carl Mikkelsen - Jógvan Ranghamar, 632

16 Jórun Højsted - Marita Krosstein, 629

17 Johan í Smiðjuni - Óla Jákup Olsen, 628

Einar Larsen - Niels P. við Reiðlið, 628

19 Allan Dal-Christiansen - Jóannes Mouritsen, 626

20 Eirikur Joensen - Robert Langgaard, 623

21 Edmund Joensen - Dia Jacobsen, 621

22 Árant Berjastein - Magni Jøkladal, 619

23 Sigmund Dam - Eyðun Anthoniussen, 577

24 Jógvan Clementsen - Jutta Heinesen, 573

25 Páll Hansen - Dia Petersen, 564

26 Henning Eysturoy - Jenis Tummasarson, 560

27 Elsa Heinesen - Johan Nielsen, 548

28 Ingibjørg Hansen -Hans Egil Joensen, 542

29 Heðin Mouritsen - Jákup Hjaltalin, 541

30 Súsanna Martinsdóttir - Súsanna Dam, 540

31 Marner Joensen - Árni Dam, 527

32 Johan Hendrik Guttesen - Árni Jacobsen, 525

33 Christian Joensen - Edvin Toftegaard, 522

34 Oddur Fjallsbak - Hans E. Fjallsbak, 520

35 Ingier Petersen - Tórður Holm, 508

36 Andras Róin - Danny Danielsen, 506

37 Steingrím Weihe - Hanus Bærentsen, 487

38 Steinbjørn Jacobsen - Karin M. Jacobsen, 469

39 Hjalmar Joensen - Henning Anthoniussen, 463

40 Ingibjørg Holm - John Reid Skoralíð, 456

41 Andreas Djurhuus - Edvard Magnussen, 442

42 Jóannes Heinesen - Villi Kruse, 433

43 Hans Arni Ellefsen- Andreas Berglíð, 397

44 Páll Tummasarson - Ási Jacobsen, 370

45 Petur Klein - Jákup Klein, 341

46 Eyðun Olsen - Jóannes Sólheim, 302


Spæl frá liðkappingini í Nýggja Bridgefelag

Onkusvegna tykist mær lættari at skriva um tey miseydnaðu spølini hjá mær sjálvum. Hetta skildast partvíst eitt ávíst smædni, men eisini tað, at tey miseydnaðu spølini ofta eru minst líka áhugaverd sum tey góðu. Nú eitt kvøldið í Nýggja Bridgefelag, har eg var substituttur fyri Boga Simonsen, eydnaðist mær at spæla eitt spæl væl, sum eg eisini havi hug at skriva um.


V/-

Norður

sp AQ85

hj 87

rú KJ104

kl J102

Vestur Eystur

sp 1093 sp KJ72

hj 105 hj Q9643

rú 9865 rú Q

kl AKQ5 kl 876

Suður

sp 64

hj AKJ2

rú A732

kl 943


V N E S

Øssur Dam Arne Torkil Arnbjørn

Jacobsen Mikkelsen Skála Sivertsen

pass 1rú 1hj 3ut

pass pass pass


Útspæl: klA

Øssur tók 4 kleyvarastikk og skifti til spaðara. Tá Torkil hevði meldað inn 1hj, og Øssur longu hevði víst AKQ í kleyvara, var eingin ivi í, at Torkil hevði spK. Eg tók tí við essinum og spældi hjartara til dreingin, rútara til kongin (frúgvin fall). Tá síðan rútarin varð tikin, varð støðan hendan, áðrenn tann síðsti varð tikin:


Q8

8

J

-

93 K

10 Q96

9 -

- -

-

AK2

7

-


Eystan er kroystur, tá rúJ verður spældur frá borðinum. Hann kann ikki kasta spK, so fær spælførarin 9. stikkið fyri spQ. Hann mátti tí kasta ein hjartara, og Sunnan fekk trý tey síðstu stikkini í hjartara.

Hetta er ein spæliháttur, ið nevndur verður at skvisa. Eitt alternativ til tað nógv nýttu og misnýttu klípingina, sum ofta ikki verður sæddur, men ofta riggar. Royn sjálvur, tá tú ert vísur í, at ein klíping miseydnast!

Lat tað vera nevnt, at Arnleyg Mikkelsen eisini spældi hetta spælið á sama hátt og vann sínum liði nøkur imp.

Eydnaðist okkum at vinna nøkur IMP fyri spælið? Nei - í hinum rúminum høvdu liðfelagarnir, sum skulu sleppa at vera ónevndir, ?offrað? og avleverað 500, so vit taptu 3 imp fyri spælið.


FM kvinnupør

Tann næsta kappingin hjá FBS, FM fyri kvinnur, verður leygardagin 5. februar kl 14.00 í Bridgehúsinum í Havn. Spæld verða umleið 40 spøl. Tekning hjá Boga Simonsen, telefon 31 20 33, ella Marjun Restorff, telefon 31 91 42, í seinasta lagi 3. februar.