Páll súkklaði úr Hirtshals og til Keypmannahavnar

71 ára gamli Páll á Lakjuni kom í gjár til danska høvuðsstaðin eftir í ellivu dagar at hava súkklað úr Hirtshals

Seinnapartin í gjár súkklaði Páll á Lakjuni inn í danska høvuðsstaðin og út á Amager, har málið var føroyska Kristnastova.

-Av øllum góðum og vøkrum døgum á 11 daga súkkluferð míni kring Danmark, haldi eg, eg tori at siga, at gjárdagurin – fríggjadagur 13. juli – var tann vakrasti og heitasti (mest sum ov). Úr Hørsholm til Keypmannahavnar súkklaði eg framvið eysturstrond Sælands á sjálvum Strandvejen, greiðir Páll á Lakjuni frá á facebook í morgun.

 

Páll á Lakjuni fór niður við Norrønu sunnukvøldið fyrsta juli. Týsdagin triðja juli fór hann undir avbjóðingina at súkkla suður eftir Jyllandi og umvegis Fyn og Norðursjælland og so suður við Oyrasundi og til Keypmannahavnar.

Á vegnum hevur hann vitjað familju og vinir og eisini sovið á bóndagørðum, sum bjóða ból og bita.

Sunnudagin helt hann frí í Odense, har hann vitjaði vinir, sum hann kennir frá fyrra partinum av sjeyti árunum, tá ið tey bæði Hjørdis og Páll vóru við í Operation Josua felagsskapinum – ein kristiligur felagsskapur sum hevði miðstøð á bóndagarði á Fyn.

 

Fleiri av hesum ellivu døgunum vórðu upp til áttati kilometrar lagdir afturum eitt nú fyrsta dagin, tá ið hann í átta tímar súkklaði úr Hirtshals og til Dronninglund.

Áhugaverda ferðafrásøgn við myndum ber til at lesa á facebook vanganum hjá Páll á Lakjuni, sum nú spennir frá í Keypmannahavn, áðrenn hann týsdagin kemur aftur til Føroya og Fuglafirðar.