Tjóðveldistingmaðurin í Sandoyar valdømi umhugsar sína støðu í landspolitikki. Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, er í iva, um hann skal stilla upp á løgtingsvalinum í januar nmæsta ár.
Tjóðveldistingmaðurin sigur við Útvarpið, at tjóðskaparmál fylla ov lítið í føroyskum politikki og í hansara egna flokki. Hinvegin hava etisk mál fingið ov stóra rúmd í flokkinum, síðani hann kom at sita í andstøðu. Eisini heldur hann, at tinglimirnir hjá Tjóðveldisflokkinum, sum eru valdir í høvuðsstaðarøkinum, draga ein veg og hinir tinglimirnir ein annan veg.
Páll á Reynatúgvu hevur verið løgtingsmaður síðani 1998, og hann hevur eisini verið landsstýrismaður eitt tíðarskeið.
Umframt at vera løgtingsmaður er Páll á Reynatúgvu borgarstjóri á Sandi.