– Hetta er ein provokatión. Tað sigur Rigmor Dam, sum er talskvinna fyri Javnaðarflokkin, nú Løgtingið viðger eitt uppskot frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsmanni fyri Tjóðveldi, um at avtaka føroysku fólkatingsessirnar.
Rigmor Dam vil hava greiði á um alt Tjóðveldi tekur undir við uppskotinum hjá Pálli á Reynatúgvu um at avtaka fólkatingssessirnar. Hon veit ikki um hetta er eitt tjóðveldisuppskot, ella um hetta er eitt loysingauppskot – ella um hetta er bara er tað bera gass. Men undir øllum umstøðum, heldur hon, at hetta er at gera seg inn á samgonguna – og eisini inn á Tjóðveldi.
Hon heldur, at hetta er ein provokatión ímóti samgonguni, og hon tekur tað eisini sum eina provokatión ímóti Tjóðveldi innafloks, og hon heldur, at hetta er ikki serliga stuttligt hjá samgonguni.
– Hetta tænir ikki samgonguni, tí hetta er ikki mátin at arbeiða upp á í eini samgongu, sigur Rigmor Dam.
Hon staðfestir, at Javnaðarflokkurin tekur ikki undir við at avtaka fólkatingssessirnar, tí vit eiga at hava ávirkan, har avgerðir, sum eisini viðvíkja okkum, verða tiknar. Vit eru í ríkisfelagsskapinum, og vit halda, at tað er umráðandi, at vit sita við til borðs, tá avgerðir verða tiknar, sigur hon
Hon heldur, at fólkatingsessirnir skulu ikki brúkast til at føra føroyskan politikk, tí hann skal førast í Føroyum. Hinvegin dámar henni lítið, at fólkatingsmaðurin hjá Tjóðveldi, hevur sett sína atkvøðu í Fólkatinginum til sølu til hægstbjóðandi, sum hon málbar seg.
Tað sigur hon, eftir at Magni Arge hevur gjørt greitt, at Tjóðveldi fer at stuðla ta donsku stjórnina, sum geva føroyingum best sømdir, sama hvør tað er. Rigmor Dam heldur, at hetta er at taka eitt demokratiskt hvørkratak á danir.
Samstundis ásannar hon, at hon er heldur ikki stolt av, at eisini Javnaðarflokkurin eina ferð hevur havt sama sjónarmið á Fólkatingi. Tað var eftir valið í 1998, tá ið Jóannes Eidesgaard varð valdur á Fólkating, men vildi ikki stuðla eini javnaðarstjórn fyrr enn nakrar treytir vórðu gingnar á møti.
Vit hava meiri um hetta seinni