Hans Hansen
Ja nú kundi eg ikki haldi meg frá penninum. Føldi at eg má gera mína samfelags skyldu at upplýsa borgaranum her á landi, at tað, ið maðurin fortelur okkum er ein fúl og loddrøtt lygn.
Tað ið fangaði mín áhuga, var lýsing á Rás2 hvar ið Páll á Reynatúgvu fortelur okkum veljarum og borgarum her á landi, at “ Skapar vinnan trivnaðin, skapa vit karmarnar“
Javel, eg meini tað.. síðst vit stóðu við síðulinjuna og eygleiddu henda og sama mann, var tá ið í hann í villasta Vinnie Jones stíl blakaði seg í villari glíðandi takling, og sorlaði trivnað og karmar í síni egnu heimbygd. Hansara síðsta “stunt” var tá ið avreiddi størsta byggiarbeiði í nýggjari tíð úr Sandsbygd. Gott fyri trivnaðin? Neyvan.
Bygdin heima á Sandi er ógvuliga skerd fyri vinnulív, og so skuldi ein sjálvandi ynskt og vóna, at mann eigur at skapa bestu og tryggastu karmar, eisini her stendur trúvirðið hjá honum ikki mát. Uttan samtykt frá Sands kommunu og uttan, at bjóðað arbeiði alment út gav hann ordrar, um at ríva niður vinnubygningin har timburhandilin Sand húsaðist. Leigarin fekk órímiliga og vánaligastu virðing frá Páll á Reynatúgvu. Hetta elvdi til at timburhandilin nú drívur sítt virksemið í Skopun.
Tað er ikki neyðugt at nevna fleiri dømið her og nú. Tað skal verða mín inniliga áheitan til allar borgarar her á landi um ikki at seta sín kross við slíkan ørskap, og heldur ikki kann eg mæla nøkrum til at seta kross við tjóðveldið.