Páll á Reynatúgvu aftur á ting

Nú Kristina Háfoss er vorðin stjóri í Norðurlandaráðnum er hugsandi, at hon fer at leggja frá sær sum løgtingskvinna. Ella í øllum førum, at hon fer í farloyvi.

Løgtingsfólk kunnu bara hava hálvtíðar alment starv við síðuna av tingarbeiðinum.

Næsta fólk á listanum hjá Tjóðveldi er Páll á Reynatúgvu, sum tí helst fær fast sæti á tingi eftir 1. februar.

Umframt Páll á Reynatúgvu, so fáa bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin hvør sítt kent andlit aftur í tingið. Fyri Janaðarflokkin kemur Eyðgunn Samuelsen fyri Heðin Mortensen, sum tekur við sum borgarstjóri í Havn, og fyri Fólkaflokkin kemur Annika Olsen, fráfarandi borgarstjóri í Havn aftur á ting. Hon er annað varafólk hjá Fólkaflokkinum, sum hevur trý varafólk á tingi fyri landsstýrisfólkini. Tá Annika Olsen tekur við, fer varamaðurin Jóhan Eli Lyngvej Poulsen úr tinginum, tí hann fjórði varamaður Fólkafloksins.

Kristina Háfoss var fyrstu ferð vald á ting í 2002 fyri Tjóðveldisflokkin í Suðurstreymoyar valdømi. Hon fall aftur á valinum í 2004 og stillaði ikki uppaftur á løgtingsvalinum í 2008. Men hon gjørdist kortini landsstýrikvinna í mentamálum í samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Miðflokkin í 2008. Men hon legði frá sær eftir hálvt ár í starvinum – og tvær vikur seinni slitnaði samgongan.

Kristina Háfoss stillaði uppaftur á løgtingsvalinum í 2011 og varð vald. Hon var afturvald bæði í 2015 og í 2019. Í seinastu samgongu frá 2015 til 2019 var hon landsstýriskvinna í fíggjarmálum.

Páll á Reynatúgvu var fyrstu ferð valdur á ting í 1998 fyri Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi. Hann var afturvaldur á valunum í 2002 og í 2004, men fall á valinum í 2008. Hann var afturvaldur í 2011 og í 2015, tá hann gjørdist løgtingsformaður. Hann var landsstýrismaður í heilsumálum frá 2002 til 2004, og hann hevur eisini verið borgarstjóri á Sandi í fleiri umførum.