Páll á Reynatúgvu 40 ár

Hósdagin 26. juli fylti Páll á Reynatúgvu 40 ár. Páll er løgtingsmaður og borgarstjóri á Sandi.

Páll er ættaður av og búsitandi á Reynatúgvu á Sandi. Foreldrini eru Ada og Niels á Reynatúgvu, Pápin doyði í 1982, tá ið Páll var 14 ára gamal. Ada og Niels fingu fýra børn: Niels Jacob (1951), Anna (1953), Hanna (1959) og Páll (1967). Niels Jacob, sum var lærari á Meginskúlanum, doyði longu í 1983. Anna býr á Sandi, og Hanna býr í Skálavík.

Eftir samfelagsmálsligt studentsprógv í Hoydølum í 1988 arbeiddi Páll hjá J&K Petersen, Strandferðsluni og á Landssjúkrahúsinum. Í 1993 var hann útbúgvin fysioterapeutur í Århus, og í 1997 diplomfysioterapeutur innan leiðslu og undirvísing. 1993-97 var Páll nevndarlimur í felagnum Føroyskir Fysioterapeutar.

Síðani 1998 hevur Páll umboðað Tjóðveldisflokkin í Sandoyar valdømi í Løgtinginum. Fyrsta skeiðið var hann formaður í trivnaðarnevndini. Nú er hann limur í fíggjarnevndini. 6. juni 2002 og til 5. desember 2003 var Páll landsstýrismaður í almennamálum.

Á nýggjárinum 2001 gjørdist Páll borgarstjóri á Sandi. Ta ábyrgdina hevur hann røkt síðani burtursæð frá, tá ið hann var landsstýrismaður.

Í politikki er Páll ógvuliga avgjørdur – bæði sum umboð fyri Sandoyar valdømi og sum tjóðveldismaður. Hann er kringur í politiska orðaskiftinum og sum røðari í øðrum høpum, og tað hoyrist, at hann hevur lisið nógv og hevur stóra almenna vitan.

Páll er giftur Kristinu fødd Jóhannesen. Hon er dóttir Ásleyg og Óla F. Johannesen í Húsavík. Tey eiga fýra børn: Ása (1998), Ida (2000), Niels (2005) og Óli (2006). Kristina J. á Reynatúgvu er sjúkrarøktarfrøðingur og starvast sum leiðari í eldratilhaldinum Hugnin á Sandi.

Páll er óðalsmaður. Jørð lá barnaheimið og til heimið hjá konuni, og Páll og konan hava keypt afturat undir Fjalli á Sandi. Pálli dámar væl at fáast við seyð, honum líkar væl at vera í náttúruni og at fáast við hoyggj, fjalgongu, fletting og alt tað, sum hoyrir fenaðinum til.

Páll er ítróttarmaður um ein háls. Hann kom á besta liðið hjá B71 longu í 1983. Hann var við til at lyfta B71 úr 3. og upp í 1. deild, har hann í 1989 var ein av miðvallarstuðlunum á góða meistaraliðnum hjá sandoyingum.

Fimm ferðir hevur Páll verið á fótbóltslandsliðnum. Fyrsta ferðin var á útivølli ímóti Belgia 22. mai 1993. Eingin ivi var um fótbóltstalentið, men her, sum í øllum øðrum viðurskiftum, hevur áræðið og viljin eisini havt stóran týdning hjá Pálli, sum fríggjakvøldið hevði opið hús á Reynatúgvu. J