Tað var síðst í apríl í fjør, at fólkafloksmenninir Ingi Mohr og Páll Petersen lupu frá ábyrgd, og gjørdu samstavsavtalu við minnilutan í býráðnum. Tað eydnaðist kortini samgonguni at »keypa« Páll Petersen yvir aftur í meiralutan við at lova at gera ábøtur á havnarlagið í Kaldbak.
Á henda hátt hevði samgongan 7 av 13 býráðslimum og harvið meirilutan. Men av tí at Ingi Mohr fór úr samgonguni, misti hon meirilutan í sosialu nevnd, mentanarnevndini, byggi- og býarskipanarnevndini og fíggjarnevndini. Javnaðarflokkurin, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin mistu hvør sín nevndarformann.
Tað kann kanska tykjast løgið, at flokkar leggja so stóran dent á at hava formanssessir í býráðsnevndunum í Havn. Men hetta er ikki av ongum. Um vit bera býráðsarbeiðið saman við landsstýrisarbeiðinum, so eru formanssessirnir í býráðnum fyri flokkarnar eins týdningarmiklir, sum landsstýrissessir. Eingin flokkur hevði hildið fram í eini samgongu, um hann misti landsstýrissessin.
Nýggi meirilutin við Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og Inga Mohr telur átta býráðslimir. Tjóðveldisflokkinum stendur í boði at koma við, og telur meirilutin tá 10 av 13 - tá eru øll í samgonguni uttan Fólkaflokkurin.
Leivur Hansen, borgarstjóri, hevur í skrivandi løtu ikki tikið støðu til, um hann fer við í nýggja meirlutan. Hann er valdur borgarstjóri fyri alt valskeiðið, so tí broytist hansara støða ikki kortini.
So er bert at vóna, at Tjóðveldisflokkurin ikki hevur forlovað seg ov nógv til Fólkaflokkin. Hugsandi er, at Leivur Hansen kennir serligt forpliktilsi til Fólkaflokkin, eftir sum at Fólkaflokkurin í 1996 gav honum borgarstjórasessin hóast Fólkaflokkurin var tvífalt so stórur sum Tjóðveldisflokkurin.
Orsøkin til støðuna er púra greið - og skuldina eigur Fólkaflokkurin eina og aleina. At Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð vantar ein profil, er ikki trupulleikin hjá Javnaðar- ella Tjóðveldisflokkinum.
Skal ábyrgdin av støðuni plaserast persónliga er eingin ivi: Hana eigur Páll Petersen - grundað á vinglutu støðu hansara?