NSÍ er eftir øllum at døma varpað úr kappingini um meistaraheitið. Sunnukvøldið tapti NSÍ 3-0 á heimavølli ímóti B36, sum er topplið við 53 stigum, og í kvøld tapti NSÍ 1-0 á heimavølli ímóti KÍ.
Einasti málskjútti við Løkin í kvøld var Páll A. Klettskarð. Hann varð skiftur inn, tá ið eitt korter var eftir, og lítla løtu undan leikloki skoraði hann. Jóannes Bjartalíð legði innfyri, og stutt úr málinum skoraði Páll Klettskarð.
Hann er ógvuliga fegin. Síðani hann kom aftur úr Italia og til KÍ, hevur tað mest sum hvørja ferð verið stong út. Í kvøld var hann avgerandi soleiðis, at klaksvíkingar framvegis eru í FM stríðnum.
-Vit eru ovurfegnir um, at tað koppaði okkara veg. Um vit skulu hugsa um at vera við í FM stríðnum, so er neyðugt at leypa á. Tað gjørdu vit í kvøld, og tað eydnaðist at skora og samstundis at halda tætt í hinum endanum.
Hvussu verður nú hjá tykkum?
-Vit hava einki annað at gera enn at vinna allar dystirnar, sum vit hava eftir, og tað ætla vit okkum at gera, sigur fegni KÍ málskjúttin í kvøld.
NSÍ hjálparvenjarin, Jens Martin Kundsen, ásannar, at hesi bæði heimatapini - ímóti B36 og KÍ - hava kostað teimum nógv:
-Tað er ikki nóg gott, at vit hava latið fýra mál fara ígjøgnum í tveimum dystum samstundis, sum vit ikki hava havt tann broddin í álopsspælinum, sum vit hava havt fyrr í ár.
-Um vit vinna allar fimm dystirnar, sum eru eftir, so munnu vit ikki fara at vera so langt frá toppinum, heldur NSÍ hjálparvenjarin.
Oddbjørn Joensen var viðmerkjari hjá Tróndi Arge á FM1:
-Sum tað sær út nú, so er tað lagt upp til finalu í síðsta umfari millum B36 og KÍ. Men í fótbólti kann so nógv óvæntað stinga seg upp. Tað hava vit sæð fyrr í ár eitt nú, tá ið KÍ tapti á útivølli ímóti TB. Fyri stuttum vóru tað fimm lið við í kappingini um FM. So vóru tað trý, og eftir at NSÍ hevur tapt á heimavølli bæði ímóti B36 og KÍ, eru tað í løtuni bara tvey lið eftir, sigur Oddbjørn Joensen.
NSÍ - KÍ 0-1 (0-0)
0-1: Páll A. Klettskarð 83.
Dómari: Kári J. á Høvdanum
NSÍ: Tórður Thomsen - Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Einar Tróndargjógv - Bárður J. Hansen Peder Perveen, Pól Jóhannus Justinussen, Jann Benjaminsen (Betuel Hansen, 80.) - Búi Egilsson, Klæmint A. Olsen - Petur Knudsen
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Deni Pavlovic, Jesper Brinck, Ísak Simonsen - Magnus Stamnestrø (Boris Dosljak, 64.), Jákup B. Andreasen - Jóannes Bjartalíð, Simen Sandmæl (Jonn Johannesen, 92.), Torbjørn Grytten (Torbjørn Grytten, 76.) - Patrik Johannesen
B36 | 22 | 17 | 2 | 3 | 39 | 16 | 53 |
KÍ | 22 | 16 | 3 | 3 | 48 | 23 | 51 |
NSÍ | 22 | 15 | 3 | 3 | 54 | 24 | 48 |
HB | 22 | 13 | 5 | 4 | 55 | 22 | 44 |
Víkingur | 22 | 13 | 3 | 6 | 45 | 31 | 42 |
Skála | 22 | 8 | 1 | 13 | 23 | 29 | 25 |
TB | 22 | 5 | 4 | 13 | 17 | 41 | 19 |
AB | 22 | 4 | 3 | 15 | 23 | 55 | 15 |
EB/Streymur | 22 | 3 | 3 | 16 | 21 | 51 | 12 |
ÍF | 22 | 1 | 3 | 18 | 19 | 59 | 6 |
Leygardagin 21. september
Finala um løgmanssteypið
Víkingur - HB
23. umfar
Sunnudagin 22. september
B36 - ÍF
AB - KÍ
TB - NSÍ
Mánadagin 25. september
EB/Streymur - HB
Skála - Víkingur